Fótbóltur

27 luttakarar á dómaraskeið síðsta vikuskifti

Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri C- og B-dómaraskeiði – 11 dómarar vóru á C-skeiðnum, meðan 16 luttakarar vóru á B-dómaraskeiðnum.

Luttakarar á C-dómaraskeiðnum (Mynd FSF)

Luttakarar á C-dómaraskeiðnum (Mynd FSF)

2020-05-31 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum liður í ætlanini at útbúgva fleiri dómarar til føroysku fótbóltskappingarnar, skipar Fótbóltssamband Føroya javnan fyri skeiðum.

Seinasta sunnudag varð skipað fyri C- og B-dómaraskeiði í FSF-húsinum í Havn. Tilsamans vóru 27 luttakarar.  11 luttakarar vóru á C-dómaraskeiðnum, og 16 á B-dómaraskeiðnum, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Fyrsta skeið í sambandi við dómaraútbúgvingina, er “FSF Dómarin”, og eftir at hava verið virkin sum “FSF Dómari” í í minsta lagi eitt ár verður farið víðari til C-dómaraskeiðið, og síðani B-dómaraskeiðið.

Bæði skeiðini vórðu skipaði sum ástøði og praktik. Praktiski parturin var á niðaravølli í Gundadali, meðan tann ástøðiligi var í FSF-húsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder