- At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.
Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
HSF hevur sett Mladen Mjeirmacka, ein av allarbestu mannligu málverjunum í Føroyum í nýggjari tíð og málverjuvenjara hjá kvinnulandsliðnum, sum málverjumennara. Talan er um eitt parttíðarstarv.
Sí eisini: Mladen Mjerimacka nýggjur málverjumennari
Mladen greiðir frá (Myndir: Andrei Antal)
Umframt Mladen, stóðu David Henigman, málverji og U18 landsliðsmálverjavenjari, Nicholas Satchwell, føroyskur landsliðsmálverji og Nina Vuksanovic, málverji hjá EB, fyri degnum: Fýra útlendskir málverjar sum hjálpa við at styrkja málverjuøki í Føroyum
Á skránni vóru framløgur, undirvísing og teknisk og taktisk venjing.
HSF skrivar, at skeiðið var fyri málverjar í aldursbólkunum U12, U14 og U16, og luttóku heili 34 ungir málverjar. Helst hevur tað riggað væl við, at hetta er í heystferiuni hjá børunum og teimum ungu.
Fleiri myndir, umframt videobrot, síggjast á Facebook-vanganum hjá Hondbóltssambandi Føroya. Andrei Antal hevur tikið
Nicholas Satchwell lurtar, meðan Mladen greiðir frá - Satchwell er langtíðarskaddur, men nýtir ístaðin sínar dygdir sum venjari hjá Neistanum og starvsfólk hjá HSF
MMyndir: Andrei Antal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald