Bylgju cup hevur verið í døgunum 28. og 29. desember.
Kappast var í øllum aldursbólkum, og nógvir spennandi dystir og ikki minst spennandi kappingar hava verið hesar báðar dagarnar, skriva fyriskipararnir.
Lutakast varð millum øll yngru liðini, sum luttóku í kappingini um eitt gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag. Hepni vinnarin gjørdust Klaksvíkingarnir u13dr.
Fyri fyrstu ferð var eisini kapping fyri kvinnur. Trý lið meldaðu til, og vinnari gjørdist Qí, sum somuleiðis fekk eitt gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag. Nummar tvey gjørdist Víkingur og nummar trý gjørdist Tollaginurnar. Vit vóna, at fleiri kvinnulið melda til næsta ár.
Síðsta kapping var fyri menn. Vinnandi liðið gjørdist 1983 eftir eina drúgva finalu, har liðið vann á Biskopstø, ið gjørdist nummar tvey. Longd leiktíð og fleiri bortsspørk skuldu til, áðrenn vinnarin varð funnin. Nummar trý gjørdist Jújú.
Vinnandi liðið fekk eisini eitt gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag.
- Vit vilja við hesum takka øllum teimum 72 liðunum, ið møttu upp í KÍ-høllini at kappast hesar báðar dagarnar. Vit takka somuleiðis tykkum øllum, ið komu á gátt í KÍ-høllina hesar dagar, og ikki minst stuðlunum, Kanjon, Waag, MP-Teknik, Klakkur og Norðoya Sparikassi, siga fyriskipararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald