Fyrrpartin setur Adrian Rúnason Justinussen seg sum ætlað í eitt flogfar hjá Atlantic Airways í Vágunum. Men tað flogfari hevur ikki kós móti Spania, men til Litava.
22-ára gamli HB-leikarin varð í farnu viku úttikin til dystirnar hjá U21-landsliðnum í Spania og Kasakstan. Men av tí at enn ein álopskendur leikari ikki er tøkur á A-landsliðnum, so hava Håkan Ericson og hansara toymi valt at tikið frísparkssnillingin við - áður hava Jóan Símun Edmundsson og Andreas Lava Olsen verið noyddur at givið avboð, og Hilmar Leon Jakobsen er tikin við.
(Video): Hilmar Leon fekk boðini meðan hann feiraði FM í Klaksvík
Harvið hevur føroyameistarin, sum skoraði 12 mál í 15 dystum í Betrideildini, spælt sín seinasta U21-landsdyst. Adrian verður ov gamal eftir hesa undankappingina, sum fyri hansara viðkomandi endaði við 1-0 sigrinum á Montenegro á Svangaskarði í farnu kapping. Fleiri hava eftirlýst Petur Knudsen, sum av mongum verður mettur sum ársins leikari, á A-landsliðnum, men hann verður verandi á U21-landsliðnum til komandi dystirnar.
Adrian Justinussen hevur tvær ferðir áður verið á A-landsliðnum men hevur framvegis sín fyrsta dyst til góðar. Nú tríggir dystir eru á skránni komandi vikuna, er góður møguleiki fyri at fær sínar fyrstu minuttir.
Patrik Johannesen luttók ikki á venjingini á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Adrian avloysir Patrik Johannesen. Tvøramaðurin í KÍ møtti, eins og vágbingurin og liðfelagin Heini Vatnsdal, inn á Hotel Føroyum í gjár. Mett varð skjótt, at Heini Vatnsdal ikki var førur fyri at verða við orsakað av baklærinum - Bartal Wardum kom í hansara stað - og seint í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Patrik heldur ikki skal við til Litava, Lettland og Malta. Orsøkin er, at hann er darvaður av bruna í fótinum.
Les eisini: Fyrireika seg til seinastu landsdystirnar í ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald