Fótbóltur

Adrian, Daniel og Martin vunnu føroyingauppgerðir í Danmark

Og Meinhard Egilsson var við til at fáa stig í Odense móti oddaliðnum í næstbestu deildini.

Adrian Rúnason Justinussen hevur framvegis ikki skorað í ár, men hann og Daniel Johansen eru við í góðu gongdini hjá Hillerød (Mynd: Hillerød Fodbold)

Adrian Rúnason Justinussen hevur framvegis ikki skorað í ár, men hann og Daniel Johansen eru við í góðu gongdini hjá Hillerød (Mynd: Hillerød Fodbold)

2025-03-08 20:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið eitt blandað vikuskifti hjá føroysku fótbóltsútisetunum í næst- og triðbestu donsku deildunum. Hetta eisini tí at fleiri av teimum hava spælt móti hvørjum øðrum.

Seinnapartin tók Aarhus Fremad móti Fremad Amager í oddadysti í triðbestu deildini. Hetta var fyrsta umfar eftir vetrarsteðgin í "2. Division". Fremad Amager var seks stig frammanfyri áðrenn dystin, men oddaliðið tapti 1-0 í Aarhus. Heimaliðið avgjørdi í yvirtíðini.

Martin Agnarsson spældi fullan dyst fyri Aarhus Fremad. Hansara fyrrverandi B36-liðfelagi, Andrass Johansen, er nýggjur í Fremad Amager. Andrass kom á vøllin í 2. hálvleiki. Trý stig skilja nú liðini, sum eru ávikavist nummar tvey og eitt í deildini.

[object Object]Martin Agnarsson og Andrass Johansen fegnast her saman sum B36'arar - í dag spældu teir móti hvørjum øðrum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í deildini omanfyri eru fýra føroyingar. Tann eini spælir ikki í løtuni. Mattias Lamhauge er eykamálverji hjá Fredericia, sum í gjárkvøldið tapti á heimavølli fyri Hillerød. Fredericia er framvegis á 2. pláss, men hetta var smeitur fyri liðið.

Adrian Rúnason Justinussen byrjaði sum vant, og vongurin spældi 58 minuttir. Í mun til hinar báðar dystirnar eftir vetrarsteðgin, byrjaði Daniel Johansen ikki inni, men føroyski vongverjin fekk 22 minuttir í 2-0 sigrinum.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen í landsdysti í Lettlandi. Hann hevur fingið fína byrjan í Kolding (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hillerød er málúrttøku frá at koma í ovara endaspælinum og hevur nú vunnið 7 av níggju møguligum stigum eftir steðgin. Tað hava Kolding og Meinhard Egilsson Olsen eisini.

Landsliðsspælarin hevur longu fast pláss sum vinstri vongbakkur í sínum nýggjum felagi og spældi 88 minuttir í Odense í dag. Har tryggjaði Kolding sær eitt stig móti oddaliðnum, OB.

Landsliðsúttøka verður mánadagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder