Í komandi viku fara Paraylympisku Leikirnir av bakkastokki í Tokyo, men orsakað av hertøkuni hjá Taliban av Afghanistan, verður tað uttan luttakarar úr Afghanistan.
Eftir ætlan skuldu tvey ítróttafólk úr Afghanistan annars luttaka, men órsakað av ófriðinum sleppa tey nú ikki úr landinum.
– Orsakað av álvarsomu støðuni í landinum eru allar floghavnir stongar, og hava teir ongan møguleika at koma til Tokyo, sigur talsfólk hjá Altjóða Paralympisku Nevndini (IPC) sambært Ritzau.
Talan var um tveir taekwondoíðkarar, Zakia Khudadadi, og Hossain Rasouli, sum skuldu havt umboðað Afghanistan á leikunum.
23 ára gamla Khudadadi stóð annars til at gerast fyrsta kvinnan at umboða Afghanistan á paralympisku leikunum.
Les eisini: Heldur eingir áskoðarar á Parolympisku Leikunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald