Dysturin móti Norðurmakedonia í triðja umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro í gjár gjørdist ein endurtøka av dystinum móti Sveis sunnudagin.
Vit taptu 2½-1½. Remis á trimum borðum, hin fjórði við undirlutan. Martin Poulsen var aftur hann, sum mátti lúta.
Henda dystin kundu vit tað sama vunnið. Talvforritið, sum sett er at rokna støðurnar út, segði føroysku telvararnar vera við yvirlutan á øllum borðum. Og eingin stóð so væl sum Martin Poulsen. Hann hevði vinnandi støðu longu eftir tjúgu leikir.
Tá ræður um at lesa støðuna rætt og ganda fram bestu leikirnar. Her eru tvørrandi royndirnar á høgum stigi ein veikleiki hjá føroysku telvarunum. Og kanska er virðingin – óttin – í størra lagi viðhvørt. Tað ber í sær, at okkara menn hugsa og hugsa, og hava tessvegna ov knappa tíð eftir, tá ið tað sansar at.
Martin forkom sær góðu støðuni og tapti. Tað var stórt spell, tí hann hevði telvað væl. Afturímóti eydnaðist hinum at halda tørn. Brøðurnir Høgni og Rógvi tykjast at hava funnið formilin til tann internationala stílin, sum er so avgerandi í kappingum við so harðari mótstøðu. Tað snýr seg fyrst og fremst um at telva trygt. Ikki at taka sær óráð fyri. Martin er kompromisleysur telvari. Sama er Rógvi. Men Rógvi tykist kortini hava funnið eina hóskandi javnvág millum dynamisku telvingina uttan at taka ov stóran vága á seg. Tann balansan er hárfín.
Rógvi og Høgni hava staðið seg heilt væl higartil. Við hetta lag kann møguleikin fyri IM-normum vera til staðar. Høgni hevur tveir, Rógvi ein. Neyðugt er við trimum normum fyri at gerast IM-ari – altjóðari meistari.
Annað krav er, at styrkitalið er ella hevur verið 2400 sum minstamark. Tað hevur tað verið hjá Høgna, men ikki hjá Rógva.
Onnur úrslit
Av øðrum úrslitum í gjár kann nevnast, at Ísland vann á Noregi. Norðmenn hava ikki mannað seg við øllum sínum bestu telvarum á hesum sinni, men teir hava kortini Magnus Carlsen. Og heimsins besti koppaði besta íslendinginum á 1. borði.
Danmark tapti tepurt 2½-1½ fyri Spania, Svøríki fekk bara eitt remis móti Aserbadsjan, sum er styrkismett ovast – javnleikinum syrgdi Nils Grandelius fyri á 1. borði. Og Finnland fekk 2-2 móti C-liðnum hjá Montenegro.
Poland og Týskland hava lagt seg á odda eftir trý umfør. Tey hava sum einastu lond vunnið allar tríggjar dystir higartil.
Nøkur toppúrslit frá mánadegnum:
Týskland - Serbia 2½ - 1½
Poland - Frakland 2½ - 1½
Niðurlond - Ísrael 2 – 2
Kekkia - Rumenia 1½ - 2½
Ongland - Kroatia 2 - 2
Montenegro B í dag
Føroyar møta B-liðnum hjá Montenegro í morgin. Vertstjóðin hevur heili trý lið í kappingini. Montenegro B - ella ungdómslandsliðið, teir rópa - smurdi Skotland av í gjár. Teir eru styrkismettir nummar 34.
Føroyar eru í løtuni nummar 37 av 38 liðum.
Skrivað hevur: Súni Merkistein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald