Summir føroyskir landsliðsspælarar fara at skifta felag í summar, og spurningurin er, um Teis Horn Rasmussen er ein teirra.
27-ára gamli strikuspælarin hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Aarhus HC, sum hann hevur spælt hetta kappingarárið. Tað er tó ymiskt, ið bendir á, at Teis kann taka fetið frá næstbestu donsku deildina og nakað hægri upp.
Portalurin hevur fingið upplýst frá fleiri góðum keldum, at minst eitt felag í Bundesliguni er áhugað í Teis Horn Rasmussen.
Fremsta týska deildin er tann fremsta av øllum í Evropa, og har spæla longu fleiri føroyingar.
Summar leysasøgur siga, at talan er um HSG Wetzlar, sum í løtuni er á 11. plássið í deildini, sum telur 18 lið. Hetta hava vit tó ikki fingið váttað - og heldur ikki hvussu nær við tað er, at ein avtala verður gjørd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald