Fótbóltur

AIK skal helst vinna steypakappingina fyri at røkka evropeiskum plássi

Liðið hevur ikki vunnið seinastu fimm dystirnar - og søgurnar ganga um framtíðina hjá Mikkjali Thomassen, sum sambært nøkrum miðlum ikki verður verandi í Svøríki.

Eitt ár eftir at Mikkjal Thomassen og AIK komu í Evropa, og føroyingurin varð tilnevndur til ársins venjara í Svøríki, er umrøðan ein heild onnur kring venjaran (Mynd: AIK)

Eitt ár eftir at Mikkjal Thomassen og AIK komu í Evropa, og føroyingurin varð tilnevndur til ársins venjara í Svøríki, er umrøðan ein heild onnur kring venjaran (Mynd: AIK)

2025-10-30 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

E

in flott seinna hálva í fjør og ein góð byrjan í ár. AIK var oddalið í vár, men tað er sensatiónsliðið Mjällby, sum hevur verið nógv stinnast í Svøríki í ár. 

Nú tvey umfør eru eftir í Allsvenskan, er liðið hjá Mikkjali Thomassen 24 stig frá 1. plássinum. Og tá AIK um vikuskifti fór av vøllinum fyri fimtu ferð á rað uttan sigur, og GAIS samstundis vann, gjørdist greitt at AIK ikki veruliga kann røkka evropeiskum plássi gjøgnum landskappingina. Tað eru bert trý tey ovastu liðini í Allsvenskan, sum tryggja sær 

Neyðugt er vinna steypakappingina fyri at tryggja evropeiskt pláss til 2026/2027. Avgerandi dystirnir í svensku steypakappingini verða spældir á vári 2026 - í mun til landskappingina koyrir steypakappingin í Svøríki í tveimum kalendarum.

Har skal enn nógv til, um AIK skal sigra, og tað skal tað eisini, um liðið hjá føroyska venjaranum skal fáa fatur á 4. plássinum. Hetta gevur atgongd til Evropa næsta ár, um vinnarin av steypafinaluni er eitt topp-trý lið - eins og í Føroyum. Tað er tætt millum liðini, men AIK skal yvirhála trý lið seinastu tvey umførini fyri at enda í topp-fýra.

Kann enda í øðrum felagi

Ónøgdin um gongdina og spælið hevur verið at sæð og lisið milum serliga ein partu av AIK-fjepparum á sosialu miðlunum. Og svensku miðlarnir hava heldur ikki verið mjúkur mótvegis Mikkjali Thomassen seinastu tíðina.

Ymiskar klummur og meiningar hava verið frammi.Tað eru millum annað borið fram frá keldum, at ein ávís ónøgd er í spælarahópinum, og at ætlanin kann vera at skifta venjara. 

Hetta er nakað, ið AIK ger ofta. So hóast føroyski venjarin prógvaði sítt virði fyrsta lítla árið í svenska stórfelagnum, har hann leiddi AIK til evropeiskt pláss, so hevði tað ikki verið ein skelkur, um Mikkjal Thomassen og AIK fóru hvør sín veg eftir kappingarárið. 

[object Object]
Tað eru trý ár síðani, at Mikkjal Thomassen svar í føroyskum fótbólti. Nú er spurningurin, um tíð hansara í svenska høvuðsstaðnum skjótt endar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sambært seinastu søgunum í svenskum og donskum miðlum, er hetta mest sannlíkt. Stóri miðilin aftonbladet.se skrivar í stórari analysu í dag, undir yvirskriftini "Thomassen på väg bort", at AIK fer at byggja upp av nýggjum í 2026 og helst við nýggjum venjara. 

Aðrir svenskir miðlar hava eisini skrivað um eitt sannlíkt venjaraskifti í Stokkhólmi, og sambært danska miðlinum Campo er fyrrverandi OB-venjarin Søren Krogh ein av teimum, sum er boðin til samrøðu í svenska høvuðsstaðnum.

Men hvat so við Mikkjali Thomassen? Jú, Aftonbladet skrivar eisini, at tað er"útlendskur áhugi" fyri honum. Júst hvar hetta er, er óvist, men tað hevur tað sum skilst verið í eina tíð: Við einum og einum hálvi ári og uppflyting í Fredrikstad og einum flottum ári í AIK hevur føroyski venjarin eisini bygt eitt ávíst grundarlag uttanfyri landoddarnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder