Fótbóltur

Ajax gjørdi tað aftur - Messi og Barcelona vístu klassan

Tað var avgjørt eftir 20 minuttir á Camp Nou, meðan Ajax avgjørdi í seinna hálvleiki í Italia og sendi Juventus út.

Messi skoraði tvær móti De Gea í kvøld
(Mynd: EPA)

Messi skoraði tvær móti De Gea í kvøld (Mynd: EPA)

2019-04-16 22:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu liðini í hálvfinaluni í ársins Champions League eru funnin. Barcelona kom sum væntað víðari og tað í stórum stíli. At Ajax er víðari er meira óvæntað, men hollendska liðið, ið sló Real Madrid út úr áttandapartsfinaluna, var klárt betri enn Juventus yvir tveir dyst og vann í Torino í kvøld.

Barcelona 3 - Manchester United 0 * 4-0 samanlagt
Juventus 1 - Ajax 2 * 2-3 samanlagt

Teir fyrstu minuttirnar á Camp Nou loypti United hvøkk á, spældi væl og kom til tríggar sera góðar støður. Men eftir eitt korter blakaði Ashley Young bóltin burtur á egnari hálvu, og so tók Lionel Messi av og skoraði við frálíkum skotið. Fýra minuttir seinni fall bólturin aftur til Messi stutt uttanfyri brotsteigin. Hesaferð var skotið ikki nakað at reypa av, men onkursvegna megnaði David De Gea ikki at halda fast í bóltin. Málmansdropp, 20 minuttir, 2-0 og so var leyst og liðugt. 

Restina av dystinum megnaði útiliðið als ikki at hótta; Barcelona helt ofta væl fast á bóltinum, Messi var í hopla, og Coutinho skoraði eitt dreymamál rftir ein tíma. Talan var um klassamál, og sigurin kundi verið størri. 4-0 samanlagt var tó ivaleyst fyri Barcelona, og kann helst síggja fram til hálvfinalu móti Liverpool. United og Solskjær noyðast at ásanna, at tað er sera langt upp til toppin av evropeiskum fótbólti. 

Í 1990'unum náddi eitt ungt og spennandi Ajax-lið tvær Champions League-finalur á rað. Fleiri leikarar, sum Kluivert, Overmars, Seedorf og De Boer-beiggjarnar gjørdist stórar stjørnur, og spælið var frálíkt. Nú eru tað De Ligt, De Jong, Van Der Beek og aðrir, ið royna at fáa Ajax aftur á tindin. Eftir 1-1 í Amsterdam var spenningur undan dystinum í kvøld, men Juventus var favorittur, og "knock-out"-serfrøðingurin Cristano Ronaldo sló eisini til eftir hornaspark í 1. hálvleiki. Ajax svaraði tó skjótt aftur, og tað var púra javnt eftir 45 minuttir.

[object Object]
(19-ára gamli De Ligt avgjørdi dystin við frálíkum stútara Mynd: EPA)


Í 2. hálvleiki var útiliðið omaná, og hótti ferð eftir ferð Juventus, ið saknaði Chiellini í verjupartinum. Tað var eftir hornaspark at ungi og evnaríki miðverjin  Matthjis De Ligt vísti styrki í luftspælinum, og so skuldi heimaliðið hava tvey mál. Tað komu Ronaldo og  co. ongantíð, og Ajax er til reiðar til hálvfinaluna fyri fyrstu ferð í 22 ár. Enn eitt stórt evropeiskt vónbrot hjá Juventus.

Í morgin fæst greiða á, hvørji hinu bæði hálvfinaluliðini verða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder