Tað skuldi eitt sterkt verjuavrik til, um B68 skuldi hava ein møguleika í kvøld, og hóast nakrar stórar møguleikar í fyrra hálvleiki, so syrgdu teir í reyðum fyri, at HB ikki skoraði fyrrenn í brotssparkskappingini.
Tá slapp Áki Johannesen ikki at standa fyri. Tað hevði høgi miðverjin annars gjørt í ógvuliga nógvum førum. Onkrir skaðar hava darvað hann í pørtum av 2023 og 2022, men annars hevur nummar 24 verið ein umráðandi spælari hjá B68 síðani síðstu tíðina í 1. deild.
Áki gjørdi sítt við at rudda innlegg burtur, kasta seg fyri skot, við at vinna tvídystir og rennidystir úti á vøllinum og tók so líðandi ábyrgd við bóltinum. Hóast sín unga aldur hevur sterki maðurin av Nesi eisini leiðaraevni, umframt høgan vinnaravilja, og hetta skein eisini ígjøgnum á Tórsvølli í kvøld. Hann fekk eisini liðskiparabandið, tá Aleksandur Jensne varð útskiftur í longdu leiktíðini og var fyrsti maður yvir at troysa Sebastian Lau Nielsen, ið brendi úr ellivu metrum.
Áki Johannesen hevur eisini víst seg væl fram í seinastu U21-landsdystunum, og í kvøld varð 20-ára gamli B68'arin uppiborið valdur til dagsins spælara, tá hann við barndómsfelagnum var nær við at skapa sensatiónina og vinna søguligt steypagull.
![]()
Áki Johannesen fyllir 21 ár um eina viku (Mynd: Sverri Egholm)
Finalan um Løgmanssteypið
Í dag, leygardagin 3. november
B68 - HB 3-5 eftir brotssaparkskapping - 0-0 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð
Brotssparkskapping:
Adrian Rúnason Justinussen 0-1
Sebastian Lau Nielsen brennir (Teitur Matras Gestsson bjargar)
Viljormur Davidsen 0-2
Jørgen Nielsen 1-2
Ári Mohr Jónsson 1-3
Hjalti Strømsten 2-3
Heri Hjalt Mohr 2-4
Alex Mellemgaard 3-4
Hanus Sørensen 3-5
Sí eisini:
HB steypavinnari eftir brotssparkskapping
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald