Fótbóltur

Áki Samuelsen: - Ein staðfesting av at komandi ættarlið er gott

Og at vit megna at fylgja við ímóti størri tjóðum. U21-landsliðsliðformaðurin, sum skoraði og legði upp, setur orð á "fantastiska arbeiðssigurin" í Reykjavík í kvøld.

2025-09-04 22:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Kenslan er fantastisk. Hetta var ein arbeiðssigur, og teir sigrarnir følast oftast best. Ísland stýrir spælinum fyri tað mesta, men vit vóru effektivir tá vit fingu møguleikarnir.

Soleiðis tekur Áki Samuelsen stutt samanum 2-1 sigurin hjá føroyska U21-landsliðnum í Íslandi í kvøld.

Liðformaðurin situr vælnøgdur eftir eina máltíð á gistingarhúsi í Reykjavík og hevur fingið upplivingina at sodna eitt sindur, tá vit fáa fatur á honum.

Áki var sjálvur ein høvuðsmaður í at gagnnýta álopskendu støðurnar í dystin. Vinstri vongurin hjá Ranheim legði væl upp til 1-0 málið og átti sjálvur málið til 2-0, tá hann vann bóltin og kaldliga revsaði íslendska mistakið.

Sí málini og hæddarpunkt her: Føroyskur sigursrúsur í Reykjavík

Men hvat vísur sigurin í Reykjavík?

- Hetta staðfestir, at vit hava eitt sera spennandi u21 landslið, og at tað komandi ættarliðið er gott. Eisini klára vit at fylgja við ímóti størri tjóðum.

Nú hava tit seks stig av seks møguligum í undankappingini? Ætla tit tykkum til EM-endaspælið í 2027:

- Tað hugsa vit ikki um enn; vit taka ein dyst í senn, staðfestir Áki Samuelsen at enda.

Liðformaðurin og liðfelagarnir seta í morgin kósina móti Luksemborg, har teir mánakvøldið skulu spæla í 3. umfari í EM-undankappingini.

Les meira um flotta og harðvunna 2-1 sigurin hjá Føroyum á Íslandi her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder