Fótbóltur

Áki Samuelsen og Ranheim skulu skjótt spæla um uppflyting

Við úrslitunum í dag, 3-0 sigri til Ranheim og 3-0 tapi hjá Lyn, varð 6. pláss og play-off pláss tryggjað. Áki Samuelsen hevur átt stóran leiklut.

Eftir landsliðssteðgin skal Ranheim í fyrsta syftu spæla um um at flyta upp í bestu norsku deildina. Havnarmaðurin hjá Ranheim skal áðrenn spæla ímóti Ungarn og Fraklandi við U21-landsliðnum (Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Eftir landsliðssteðgin skal Ranheim í fyrsta syftu spæla um um at flyta upp í bestu norsku deildina. Havnarmaðurin hjá Ranheim skal áðrenn spæla ímóti Ungarn og Fraklandi við U21-landsliðnum (Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-11-08 18:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einki málstig í dag men tíggju mál og tíggju upplegg í 28 dystum siga eina søgu um, hvussu stóran mun Áki Samuelsen hevur gjørt fyri Ranheim í ár.

Nú er greitt, at 21-ára føroyingurin fær fleiri møguleikar til at vera við at tryggja Trondheim-felagnum uppflyting til fremstu norsku deildina.

Kravið undan seinasta vanliga umfarið í OBOS-deildini var greitt: Ranheim skuldi vinna, samstundis sum Lyn skuldi tapa fyri Start, fyri at Ranheim skuldi vinna seg á play-off pláss (6. pláss). Og soleiðis varð.

Ranheim gjørdi sítt í Sogndal, har Áki Samuelsen spældi 80 minuttir í 3-0 sigrinum.

Samstundis tapti Lyn 3-0 fyri Start, sum við 3-0 sigrinum í Oslo tryggjaði sær beinleiðis uppflyting til Eliteseriuna saman við Vålerenga.

Eftir landsliðssteðgin skal Ranheim í fyrsta syftu spæla tveir dystir móti Kongsvinger. Havnarmaðurin hjá Ranheim skal áðrenn spæla ímóti Ungarn og Fraklandi við U21-landsliðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder