Klokkan 16.00 er fyrsta bríksl í Zaporizhzhya, ið er sættstørsti býúr í Ukreina í mun til íbúgvartal.
U21-landsliðini hjá Ukraina og Føroyum bresta saman har - eitt stig skilur liðini á stigatalvuni í bólkinum.
Les eisini: U21 skal royna at fremja enn eitt bragd
Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen hava sett liðið, og talan er um tíggju av teimum somu, sum byrjaðu inni í dystinum í Klaksvík hóskvøldið, tá Føroyar og Norðurmakedónia spældu 1-1 javnleik. Broytingin er á høgra kanti, har 17-ára gamli Áki Debes Samuelsen úr HB fer at spæla frá byrjan. Hann avloysir Símun Sólheim í byrjanaruppstillini
Føroyar (4-4-1-1): Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson, Pætur Turiðarson Skipanes - Áki Debes Samuelsen, Noah Mneney, Andrass Johansen, Lukas Giessing, Stefan Radosavljevic (L) - Jonn Johannesen
Bæði liðini og yvirlit yvir teir, ið eru á bonkinum, síggjast her
Dysturin kann ikki stroymast í Føroyum - tó gjøgnum veddingarfyritøkuna Bet365 um ein hevur ein brúkara. Vit fara at hava beinleiðis dagføring av støðuni á forsíðu okkara. Fyrsta bríksl verður klokkan 16
Undankapping til EM 2023, bólkur H - 4. umfar
Týsdagin 12.10 - Zaporizhzhya
(16.00) Ukraina - Føroyar
Sí eisini: - Bagge: Hetta er stórt tað sum vit gera
Fótbóltur
Áki við frá byrjan hesuferð
Hann avloysir Símun Sólheim á høgra vongi. Hetta er einasta broytingin í byrjanaruppstillingini á U21-landsliðnum í mun til dystin hóskvøldið.
Áki Samuelsen í dystinum hósdagin, har hann var innskiftari (Mynd: Sverri Egholm)
2021-10-12 15:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald