- Hon er góð, óluksaliga góð. Fáa vit eitt úrslit, so skulu vit altíð vera nøgt, tí hetta er stórt, tað sum vit gera - óluksaliga stórt.
Tað var ein ógvuliga fegin og errin landliðsvenjari, ið vit fingu orðið á eftir 1-1 javnleikin í Klaksvík.
Sámal Erik Hentze, ið hevur fingið stig í 60 prosent av sínum dystum sum U21-landsliðsvenjari, sigur, at Føroyar høvdu mótstøðuliðið akkurat har, sum teir vildu hava tað, í fyrra hálvleiki hálvleiki.
Málið hjá Norðurmakedónia hevði tó eina keðiliga ávirkan, men Sámal Erik er tó ógvuliga væl nøgdur við úrslitið, og endar við:
- Hví ikki eisini royna at fáa stig í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald