Fyrrapartin fór EM-hópurin til Berlin, og seinnapartin setti enn eitt fullfermt flogfar hjá Atlantic Airways kósina móti týska høvuðsstaðnum.
Umborð var ein rúgva av føroyingum, sum fara at stuðla EM-liðnum næstu dagarnar. Ein av teimum spentu umborð var strandingurin Alexandur Johansen.
Hann spældi nógv ár á besta liðnum hjá StÍF og hevur eisini havt nógv við hondbólt at gera síðani tíðina sum spælari. Alexandur fer at klappa eyka nógv fyri Allani Norðberg og Kjartani Johansen, sum báðir hava sín uppvøstur í StÍF, men er í høvuðsheitinum bara spentir at stuðla saman við føroyingum og fylkjast í Berlin.
Sí eisini - samrøða við Bjarna í Selvindi: Møguligi innskiftarin til Týsklands sum áskoðari - men hevur hondóltsskógvar við
Alexandur Johansen setur eisini nøkur orð á vónirnar, og hvat familja og vinfólk annars fara at gera í týska høvuðsstaðnum. Tað vóru grannar á Skála, ið vóru við at lokka hann og familjuna avstað.
Ein rúgva av føroyingum afturat koma til Týsklands í morgin, mikudagin. Millum annað eru heili fýra beinleiðis flogfør til Berlin úr Vágunum. Fyrsti EM-dysturin er
hósdagin klokkan 17 móti Slovenia.
Sí eisini: Slovenia er darvað av skaðum
Sí samrøðuna ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald