Hondbóltur

Allan og Elias skoraðu flest mál í Tokyo

Vongurin og spælskiparin vórðu javnsettir føroyskir toppskjúttar við sjey málum hvør í fyrra venjingardystinum móti Japan.

Allan Norðberg er einsamallur um plássið av høgra vongi á túrinum, og vísti hann seg væl fram í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg er einsamallur um plássið av høgra vongi á túrinum, og vísti hann seg væl fram í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-01 15:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allan Norðberg spældi ongan minutt í EM-endaspælinum í januar og var als ikki við í hópinum til dystirnar um HM-pláss móti Norðurmakedónia í mai.

30-ára gamli strandingurin hevur seinastu mánaðirnar vunnið bæði íslendsku steypakappingina og European Cup - har føroyski vongurin skoraði í brotskastskappingini. Hákun West av Teigum er ikki við nú, og skal Allan spæla tvær ferðir 60 minuttir í Tokyo.

Í dag fingu føroysku vengurnir nógv pláss, og Allan Norðberg tók av. Vongurin úr Vali hevði átta skrásett skot og skoraði uppá sjey teirra, og vóru tað ymisk frábrigdi og nøkur flott mál.

Les eisini: Føroyar vunnu eftir javnan dyst móti Japan

[object Object]
Allan Norðberg til høgru (nr.7) - í verjustøðu saman við Jónasi Gunnarsson Djurhuus (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Tann spælarin, sum best fann vengurnar, var Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hann kom veruliga inn í dystin í seinnaparti av 2. hálvleikin, og tað var týðiligt, at spælskiprin úr THW Kiel gjørdi mun í Tokyo.

Antonio Carlos Ortega royndi at fáa sínar menn at ansa væl eftir Eliasi, men nummar 71 stýrdi føroyska yvirtalsspælinum sannførandi fyri tað mesta. Tað var serliga í assistspælinum, umframt sum eitt'ari í verjuni, at hann vísti seg væl fram í dag, men Elias á Skipagøtu varð eisini javnsettur føroyskur toppskjútti við sjey málum. Harav vóru fýra trygg brotskøst - hann brendi ikki eitt.

Nøkur tøl frá dystinum síggjast niðanfyri 

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu í gjøgnumbroti móti Japan í HM-endaspælinum fyri U21-lið síðsta summar. Aftur í dag gjørdi spælskiparin bart móti Japan, sum í løtuni er næstbesta liðið í Asia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Venjingardystur
Tokyo, 1. juli
Japan  - Føroyar 29-30 (13-14)

Dystargongdin: 
5 min: 2-1
10 min: 5-2
15 min: 6-5
20 min: 8-6
25 min: 11-9
30 min: 13-14
35 min: 15-17
40 min: 17-20
45 min: 19-24
50 min: 22-26
55 min: 25-28
60 min: 29-30

Føroyskir málskjúttar:
Allan Norðberg 7 (8 skot)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (4 brotskøst) - 9 skot
Leivur Mortensen 3
Vilhelm Poulsen 3
Teis Horn Rasmussen 3
Kjartan Johansen 2
Rói Berg Hansen 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Jónas Gunnarsson Djurhuus 1
Bjarni í Selvindi 1

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 7 (1)
Pauli Jacobsen 4

Útvísingar:
Føroyar: 6
Japan: 4

Les eisini: Føroyar vunnu eftir javnan dyst móti Japan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder