Tað eru føroyingar eftir í øllum teimum trimum evropeisku kappingunum hjá monnum: EHF Champions League (Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel), European League (Óli Mittún, IK Sävehof og Hákun West av Teigum, Füsche Berlin) og European Cup (Allan Norðberg, Valur)
Óli og Hákun spæla í fyrru áttandapartsfinalunum/knock-out play-off umfarinum í European League í kvøld, har Sävehof er undirtippað móti Hannover-Burgdorf úr Bundesliguni, og har Hákun og teir á oddaliðnum í Bundesliguni eru stórfavorittar móti Kadetten Schaffhausen úr Sveis.
Í European League er man komin longri. Fýra føroysk feløg vóru við í fyrstu umførunum - nú er bert átta lið eftir samanlagt.
Eitt av teimum er Valur, og íslendski steypavinnarin hevur eftir fyrru fjórðingsfinaluna sett seg í eina góða støðu. Valur vann 36-35 í rumenska høvuðsstaðnum sunnudagin.
Allan Norðberg skoraði trý mál. Strandingurin og liðfelagirnir kunnu tó iðra seg nakað um, at sigurin á Steaua Bukarest ikki gjørdist størri. Íslendska liðið var millum annað á odda við fýra málum í steðginum.
Fyrimunurin er tó har, og Valur kann gera arbeiði liðugt í Reykjavík leygarkvøldið. Nú 30-ára gamli landsliðsvongurin hevur eitt steypagull, skal møguliga spæla evropeiska hálvfinalu skjótt og er við í íslendska meistarastríðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald