Hondbóltur

Allan spælir fyri hálvfinaluplássi í kvøld

Stórt kvøld fyri Val og íslendskan hondbólt nú "føroyingafelagið" í Reykjavík er á gáttini til hálvfinalu í European Cup. Seinna 1/4-finalan verður spæld klokkan 18 í kvøld - á heimavølli.

Føroyski landsliðsspælarin skoraði trý mál í fyrru hálvfinaluni - nú skulu Allan Norðberg og hinir gera arbeiði liðugt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyski landsliðsspælarin skoraði trý mál í fyrru hálvfinaluni - nú skulu Allan Norðberg og hinir gera arbeiði liðugt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-30 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allan Norðberg og Valur vunnu 36-35 í Bukarest sunnudagin. Talan var um fyrru fjórðingsfinaluna í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin hjá EHF.

Harvið er íslendska liðið á gáttini til evropeiska hálvfinalu. Valur er favorittur at vinna í Reykjavík í kvøld og harvið gera arbeiði liðugt.

Steua Bucuresti kann avgjørt órógva íslendsku veitsluna, og tað gjørdist ein tættur dystur í Rumenia síðsta vikuskifti, hóast Valur var greitt á odda í løtum.

30-ára gamli strandingurin Allan Norðberg fær leiklut á høgra vongi hjá Vali. Føroyski landsliðsspælarin skoraði trý mál í fyrru hálvfinaluni.

Íslendsku steypavinnararnir, ið eisini kappast um meistaraheitið, kunnu skriva enn eitt gott kapittul í kvøld. Uppgerðin í Reykjavík byrjar klokkan 18 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder