
Hósdagin kunngjørdi DBU, at ætlaði venjingardysturin hjá donsku monnunum móti Føroyum í Herning 27. Mars verður av ongum orsaka av ávirkanini av koronasmittuni.
Einasta sum manglaði var ein góðkenning frá UEFA, og hon kom sambært heimasíðuni hjá FSF í samband við videofundin við UEFA í gjár.
Har komu eisini endalig boð um, at venjingardysturin móti Andorra, ið skuldi verað tríggjar dagar seinni, eisini er avlýstur. Harvið fær Håkan Ericsson í fyrsta lagi sín fyrsta dyst við liðnum í juni.
Play-off dystirnir til EM, skuldu eisini verða síðst í hesum mánaðinum, men UEFA hevur útsett teir til í juni. Ætlaðu venjingardystirnir kring Evropa í hesum mánaðinum eru avlýstir.
Les eisini: EM útsett eitt ár
U21 dystirnir hjá Føroyum móti Spania og Montenegro á heimavølli verða eisini útsettir, skrivar fsf.fo. Óvist er, nær níggja dagfestingin er
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald