27. mars skuldu Føroyar og Danmark spæla ímóti hvørjum øðrum fyri fyrstu ferð í 20 ár.
Coronavirusið leggur tó meinbogar í vegin - fótbólturin liggur heilt stillur í báðum londunum í løtuni, og kring Evropa verður meira og meira nú útsett/avlýst.
Les eisini:
Champions-league og Europa League støðgar fyribils
Engin Premier League-fótbóltur komandi tríggjar vikurnar
DBU hevur fyri løtu síðani boðað Fótbóltssambandi Føroyar og almenninginum frá, at dysturin verður av ongum. Í fyrstu syftu, í seinastu viku, varð avgjørt at spælast skuldi uttan áskoðarar.
Samstundis er greitt, at Danmark ikki spælir ætlaða venjingardystum á Wembley móti Onglandi 30. mars
Óvist er, hvussu er við dystinum hjá Føroyum í Andorra 30. mars, men sum gongdin er, bendir alt á, at hann eisini verður avlýstur.
FSF upplýsir, at ætlaða menningarkappingin í Bulgaria hjá U17 gentunum fyrst í apríl er útsett/avlýst. Talan er um liðið, ið skal
U21-landsliðið skal eftir ætlan spæla á Tórsvølli 26. og 31. mars móti ávíkavist Spania og Montenegro. Tað er tó ósannlíkt, at dystirnir verða leiktir - UEFA tekur endaliga avgerð týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald