Fótbóltur

Eingin Premier League-fótbóltur komandi tríggjar vikurnar

Avgerðin var tikin fyri lítlari løtu síðani á fundi, og tað var einmælt samtykt. Avgerðin kemur eftir, at Mikel Arteta og Callum Hudson-Odoi eru smittaðir við coronavirusinum.

Callum Hudson-Odoi hjá Chelsea er fyrsti Premier League-leikarin, ið hevur fingið staðfest coronasmittuna (Mynd: EPA)

Callum Hudson-Odoi hjá Chelsea er fyrsti Premier League-leikarin, ið hevur fingið staðfest coronasmittuna (Mynd: EPA)

2020-03-13 11:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arsenal-venjarin og Chelsea-leikarin hava báðir verið sjúkir í vikuni, og úrslitini frá kanningunum vóru positivar.

Les eisini: Mikel Arteta hevur coronavirus

Hetta hevur gjørt, at hóparnir hjá London-feløgunum nú eru í sóttarhaldi. Eisini er hópurin hjá Everton í sóttarhaldi, tí leikari hevur víst sjúkueyðkenni. Tríggir ónevndir leikarar hjá Leicester hava eisini víst sjúkueyðkenni og eru í sóttarhaldi.  

Talið av smittaðum í Bretlandi veksur støðugt, og hóast tað varð kunngjørt í gjárkvøldið, áðrenn váttaðu tilburðirnar, at Premier League helt fram sum vant, so var sum so einki val nú.

Á fundi við umboðum frá øllum feløgunum, Premier League og FA í morgun, er avgjørt - einmælt samtykt - at steðga við øllum fótbólti á hægsta støði fram til 4. apríl. Hetta gongur útyvir tvey umfør í Premier League, eitt í FA Cup, umframt bestu kvinnudeildina og ungdómsfótbólt.

- Fyrst og fremst vilja vit ynskja Mikel Arteta, Callum Hudson-Odoi, og øllum ið eru rakt av COVID-19 góðan betring.

- Vit eru í einari støðu, ið vit ongantíð hava verið í fyrr. Vit arbeiða tætt saman við okkara feløgum, Fótbóltssambandinum(FA), og EFL, og vit kunnu vissa øll um, at heilan og vælferðin hjá leikarum, venjaratoymum og áskoðarum hevur okkara hægstu raðfestin.

Hetta sigur Richard Masters frá Premier League í einari almennari fráboðan.

Ætlanin er, at Premier League verður tikið uppaftur um tríggjar vikur, og at dystirnir sum skuldi verið leiktir fram til tá, verða spældir á nýggjum dagfestingum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder