Í gjár kundi Arsenal ikki spæla í Manchester, tí summir leikarar vóru í sóttarhald, og smittuvandin var til staðar. Hetta var orsaka av, at eigarin hjá Olympiakos hevði samband við nakrar leikarar, umframt nakrar persónar í venjaratoyminum hjá Arsenal, í samband við Europa League dystin fyri tveimum vikum síðani.
Les eisini: Manchester City - Arsenal útsettir
Um tað var hetta, sum smittaði Mikel Arteta er óvist, men tað er í øllum førum greitt, at spanski venjarin hevur fingið smittuna. Harvið var tað eitt gott hugskot at útseta Premier League-dystin í gjárkvøldið:
- Eg føldi meg illa og varð tí kannaður. Hetta er ógvuliga keiðiligt, men eg fari aftur til arbeiðis, so skjótt sum eg kann.
Venjingarstaðið hjá liðnum hjá Arsenal verður nú stongt, og felagið væntar at allir fyrsta-liðshópurin, fleiri limir úr venjaratoyminum og nakrir ungdómsleikarar skulu í sóttarhald. Hetta fyri at fylgja tilmælinum hjá heilsumyngudleikunum.
Harvið spælir Arsenal ikki móti Brighton í vikuskiftinum og heldur ikki í FA Cup næsta vikuskifti. Premier League var annars júst komin við einari kunning um, at í tráð við tað sum forsætisráðhariin í dag segði um ítorrartiltøk, so fór deildin at halda fram sum vant, til onnur boð koma.
Les eisini: Coronavirusið rakar nú fótbóltin í Evropa ógvuliga meint
Tríggir leikarar hjá Leicester hava sjúkueyðkenni, ið kundi týtt uppá Coronavirus. Svar uppá royndirnar kemur í morgin.
590 fólk í Stórabretland eru smittaði við coronavirusinum. 10 eru deyð.
Fótbóltur
Mikel Arteta hevur coronavirus
Høvuðsvenjarin hjá Arsenal er smittaður, og hópurin fer nú allur í sóttarhald. Arsenal noyðist harvið at útseta nakrar dystir.
Arteta er fyrsti venjarin/leikarin í Premier League, ið hevur fingið staðfest coronavirus (Mynd: EPA)
2020-03-12 22:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald