Fótbóltur

Champions League og Europa League støðgar fyribils

UEFA hevur fyrrapartin avgjørt, at orsakað av gongdini viðvíkjandi coronavirusinum í Evropa, verða eingir evropeiskir dystir leiktir komandi vikurnar.

Spurningurin er nú, nær, og um,  kappingin um hetta steypið verður tikin uppaftur (Mynd: UEFA)

Spurningurin er nú, nær, og um, kappingin um hetta steypið verður tikin uppaftur (Mynd: UEFA)

2020-03-13 11:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbólturin er við at pakkað saman í Evropa. Coronavirusið herjar, og nógv lond eru sera hart rakt - serliga seinastu vikuna.

Coronavirusið rakar nú fótbólt í Evropa ógvuliga meint

Hetta hevur elvt til fleiri útsettar dystir og fleiri við tómum áskoðaraplássum seinastu tíðina. Tað hevur verið at sæð í ymsum deildum, umframt í evropeisku kappingunum hjá UEFA.

Av stóru deildunum hava Italia og Spania stongt heilt av fyri fótbólti komandi tíðina. Tað er eisini gjørt í Danmark. Í Fraklandi hevur verður leikt uttan áskoðarar, og eisini í ávísum støðum í Týsklandi. Nú verður eisini steðgað at spæla í Fraklandi. Premier League hevur koyrt sum vant, men mikukvøldið varð fyrsti dysturin útsettur, og eftir at ein venjari (Mikel Arteta - Arsenal) og Callum Hudson-Odoi (Chelsea) í gjárkvøldið vórðu testaðir positivt, tykist tað bert at vera ein spurningur um tíð. Kreppufundur er í løtuni.

Les eisini:
Mikel Arteta hevur coronavirus
Premier League hálsar møguliga um


UEFA hevur í morgun avgjørt, at spælt verður ikki í Champions League, Europa League og í UEFA Youth League í komandi viku. Dystirnir týskvøldið í Champions League, Juventus - Lyon og Manchester City - Real Madrid, vóru longu útsettir, tí leikarar hjá Juventus og Real Madrid eru í sóttarhaldi. 

Avgerð verður í næstum tikin um, nær áttandapartsfinalurnar í kappingunum skulu avgreiðast.

Í gjár bjóðaði UEFA øllum limalondunum til videofund týsdagin 17. mars. Har skal støða takast til, hvat skal gerast við evropeiskum fótbólti og landsliðsfótbólti í næstum. 

Sum nú, sær út sum tað mesta av fótbóltinum í Evropa fer at liggja stillur restina av mars í øllum førum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder