Í gjár kunngjørdi forsætisharrin í Bretlandi, Boris Johnson, at øll ítróttartiltøk kunnu halda fram, tó at stjórnin umhugsar støðuna til komandi tíðina.
Støðan viðvíkjandi coronavirusinum í landinum er versnað nógv í seinastu. 590 fólk í Stórabretland eru smittaði við coronavirusinum, og 10 eru deyð.
Premier League boðaði í gjárkvøldið frá, at dystirnir í vikuskiftinum verða spældir eftir ætlan - við áskoðarunum - men at samband allatíðina er til feløgini, fótbóltssambandið, stjórnina, og onnur ið varða av.
" Heilsan hjá leikarum, áskoðarum og venjaratoymum eru tað týdningarmesta, og vit halda fram við at fylgja tí sum heilsumyndugleikarnir koma við"
Støðan broyttist tó skjótt, tí stutt eftir klokkan 22 kunngjørdi Arsenal, at Mikel Arteta var smittaður við coronavirusinum
Les eisini: Mikel Arteta hevur coronavirus
Í nátt kunngjørdi Chelsea, at Callum Hudson-Odoi er smittaður. Hann hevur verið heima síðani mánadagin, tí hann var forkølaður. Í gjárkvøldið varð greitt, at kanningin fyri coronavirus hjá unga leikaranum var positiv. Hópurin hjá Chelsea er nú í sóttarhaldi.
Ætlaði dysturin hjá Arsenal móti Brighton sunnudagin er útsettur.
Tríggir Leicester-leikarar eru í sóttarhaldi eftir at hava víst sjúkueyðkenni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald