Hondbóltur

Allir níggju spældu í Burn-deildini síðsta kappingarár

So at siga allir, sum vóru á vøllinum í stórsigrinum á Portugal í gjár, hava verið stórir profilar á sínum liðum í bestu føroysku kappingini.

Ovi Lützen (nr.23) spældi framúr væl í føroysku miðverjuni. Hann er uppvaksin í Kyndli, men skifti fyrr í ár til Neistan har hann varð profilur (Mynd: Sverri Egholm)

Ovi Lützen (nr.23) spældi framúr væl í føroysku miðverjuni. Hann er uppvaksin í Kyndli, men skifti fyrr í ár til Neistan har hann varð profilur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-27 16:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Føroyska U21-landsliðið vísti aftur í gjár sína styrki, og sanniliga eisini sína breidd, tá tað eydnaðist at koppa Portugal, sum í fjør var í EM-finaluni. Portugisar tyktist als ikki at vera í hægsta gervi, men flestu av føstu monnunum hjá teimum spældu nógv, og teir sum komu inn frá føroyska bonkinum avrikaðu frálíka væl.

Sí tilfar frá flotta  í gjár: 
Myndir: Føroyar - Portugal
Á odda við fimm móti Portugal
Stóðu próvtøkuna við hægsta metið

Videosamrøður:
Ovi Lützen: - Hesin dysturin gevur okkum nógv
Bjarni í Selvindi: Allir taka av møguleikanum í dag
Julian Johansen: - Eitt tað besta avrikið hjá hesum landsliðnum
Pauli Høj: - Vit stýra leikferðini
Kristian Jensen: - Vit vildu tað nógv meira enn Portugal

Føroyska venjaratoymið valdi at spara sjey av teimum, ið hava spælt allarmest í kappingini higartil. Rói Ellefsen á Skipagøtu var tann av teimum, sum var á vøllinum í Hannover í gjár, ið hevði flest minuttir frammanundan. Ársins spælari í føroyskum hondbólti hevði leiklut sum spælskipari og var næstan bert inni í álopinum.

Kristoffur Bjørgvin, ið skifti úr Kyndli til VÍF síðsta summar, hevur eisini havt stóran leiklut á høgra bakki - serliga í verjuni har hann eisini hevur gjørt vart við seg við VÍF. Tað hevur strikuspælarin Kristian Jensen, ið er til sítt fyrsta endaspæl, eisini. Hann vardi ógvuliga væl á bakkinum í gjár. Bjarni í Selvindi hevur verið inni í løtum í øllum dystinum, og í gjár fekk skálamaðurin stóran leiklut og gjørdist javnsettur toppskjútti við átta málum.

[object Object]
Bjarni verður fagnaður av Róa og av teimum, sum als ikki komu í spæl í gjár. Bakkurin er lyklaspælari hjá StÍF og ein av allarbestu álopsspælarunum í føroysku kappingini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Bjarni í Selvindi við bóltinum - frammanfyri síggjast Kristian Jensen (17) og Pauli Høj. Teir spældu framúr væl í føroysku verjuni sum ávíkavist tvey'ari og eitt'ari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Nummar 8 hjá Føroyum skoraði átta mál - høgri vongurin úr Hoyvík, Bogi Hansen (Mynd: Sverri Egholm)

Hin toppskjúttin var Bogi Hansen, sum fekk nógv skot av høgra vongi. Hann hevur havt eitt gott kappingarár við H71 og skjeyt eisini tvey brotskøst í gjár. Á hinum vonginum var Pauli Høj. Neistamaðurin hevur sereginleikan at spæla 1'ari í verjuni - ein álopskendur og ágangandi verjuspælari frammanfyri fimm aðrar, sum eru meira flatir men sum skifta ímillum at taka hædd. Pauli hevur spælt nógvar heilt góðar dystir fyri Neistan í ár.

Tað hava menninir beint aftanfyri hann í verjupartinum eisini. Aleksandar Sasha Lacok er tvey ár yngri enn teir elstu í U21 og skal eisini til U19 HM seinni í summar. Málverjin gjørdist dagsins spælari í gjár eftir frálíkt avrik - hann tók umleið 40 prosent av protugisisku skotunum, og talan var m.a um fleiri stórbjargingar. Í fleiri førum sluppu portugisisku spælararnir ikki til skot, tí millum annað Ovi Lützen stóð væl fyri. Sterki maðurin, ið skifti úr Kyndli til Neistan í vetur, hevur verið profilur sístðu mánaðirnar og spældi seg av álvara inn í kappingina í gjár.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Brian Slyne er tann føroyingurin, ið hevur verið minst inni á vøllinum í kappingini. Bakkurin kom tó við nøkrum uppleggum og einum góðum máli í gjár. Hann gjørdist toppskjútti í grundspælinum í Burn-deildini. Nú Óli Mittún er komin inn í hópin, er tað mest sannlíkt Brian, sum ikki verður á dómaraseðlanum í morgin  hetta útfrá m.a. spælitíð higartil.

Samanumtikið vóru fleiri góð avrik í gjár frá spælarum, sum síðsta kappingarár gjørdu vart við seg í Burn-deildini. Talan er ikki um eina av teimum sterku deildunum í Evropa, men spælararnir prógvaðu seg so á høgum stigi í gjár. Summir fara helst at royna seg uttanlands skjótt- Rói Ellefsen á Skipagøtu fer í øllum førum.

Føroyska liðið er komið til Berlin og venur saman um eina løtu. Meira tilfar harfrá seinni.

Hesir spældu í gjár:

Málverji:
Aleksandar Lacok, Neistin (Fortíð í VÍF)

Vinstri vongur:

Pauli Høj, Neistin

Høgri vongur:
Bogi Hansen, H71

Strikur:
Kristian Jensen, VÍF
Ovi Lützen, Neistin (Spælir vanliga sum bakspælari - (Fortíð í Kyndli)

Bakspælarar:
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71 (Hallby IF)
Bjarni í Selvindi, StÍF 
Kristoffur Bjørgvin, VÍF (Fortíð í Kyndil)
Brian Slyne, KÍF (Fortíð í Kyndli)

Hesir hvíldu:

Pauli Jacobsen, H71 (HØJ)
Janus Dam Djurhuus, ÍBV 
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (Füchse Berlin)
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Sveinur Olafsson, H71
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (THW Kiel) *
Pauli Mittún, Kristiansand (Team Sydhavsøerne)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder