- Man skal ongantíð siga ongantíð, men beint nú er tað avgjørt ikki ætlanin. Óli skal spæla U19-HM seinni í summar, og skal hugsavna seg um tað.
Soleiðis segði Mark Lausen-Marcher við Portalin í gjár, tá vit spurdu, um Óli Mittún fór at koma inn í hópin til knock-out dystirnar.
Sí eisini: (Video): Mark er lættur og hyggur frameftir
Eitt sindur er broytt síðani tað - ella snúði tað seg mest um at fáa alt uppá pláss og kunna spælarahópin um tað, áðrenn nakað gjørdist alment.
Søgur hava gingið um tað, og fyrrapartin fekk føroyska liðið at vita, at 18-ára gamli bakspælarin verður við í hópinum hesa vikuna. Julian Johansen váttaði hetta alment fyri Kringvarpinum fyri lítlari løtu síðani.
Avgerð var fyri tíð síðani tikin um, at Óli ikki skuldi verða við, men hann stóð kortini á langa listanum yvir føroyska HM-bruttohópin. Tí kann koma til Týskalnds nú og spæla.
Óli Mittún í sigrinum á Danmark í U20 EM-endaspælinum í fjør - hann gjørdist mest virðismikli spælari og toppskjútti í U18 EM (Mynd: Harald Bjørgvin)
IK Sävehof spælarin er trý ár yngri, enn teir flestu í hesum hópinum, men hevur spælt saman við teimum í fleiri kappingum. Tað er eyðsæð, at Óli kann gera mun við sínum dygdum.
Hann verður ikki við í Hannover í dag, tá Føroyar spæla um 1. plássið í bólkinum í høvuðsumfarinum. Óli Mittún kemur uppá pláss í kvøld, og í stuttari viðmerking við Portalin sigur hann, at hann er ógvuliga spentur uppá hetta.
Sí eisini:
Spæla bólkafinalu í morgin - fjórðingsfinalu hósdagin
Ein heilt øðrvísi uppgáva í Hannover
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald