Hondbóltur

Spæla bólkafinalu í morgin - fjórðingsfinalu hósdagin

Føroyar og Portugal spæla um fyrsta plássið, men ivasamt er hvussu nógv hetta hevur at siga. Síðani verður tíð hjá U21-monnunum at hvíla áðrenn søguliga dystin.

Føroyingarnir í Hannover skulu aftur í dag syngja tjóðsangin (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingarnir í Hannover skulu aftur í dag syngja tjóðsangin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-25 22:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hannover, Týskland (Portalurin) - Eftir seks-máls sigurin á Brasil í kvøld er greitt, at Føroyar og Portugal hava spælt seg víðari úr bólki II í høvuðsumfarinum í HM-endaspælinum fyri U21-landslið. Portugal vann, eins og Føroyar, á Spania fyrr í dag, og síðani greiddu Føroyar sína skyldu við sterkum avriki.

Les eisini: 
Føroyar skulu spæla HM-fjórðingsfinalu
Myndir: Føroyar - Brasil 

Hetta merkir, at dysturin millum Føroyar og Portugal í morgin "bara" er um fyrsta plássið í bólkinum. Vinnarin skal møta tvey'arunum í bólki 4. Í hesum bólkinum eru Ísland, Egyptaland, Serbia og Grikkaland. Mest sannlíkt kemur íhvussu er Serbia víðari, men tað er heldur ilt at siga, hvussu tað spælir av. Avgerðin har fellur í annaðkvøld.

Mark Lausen-Marcher vísti í samrøðu við Portalin í kvøld á, at tað er ógvuliga tætt ímillum hesi mótstøðuliðini, so tað helst ikki spælir so stóran leiklut, hvønn man møtir.

Annar av landsliðsvenjarunum staðfesti eisini, at ætlanin er gera ymiskar broytingar á liðnum. Fleiri hava spælt millum lítið og einki síðstu dagarnar, og aðrir eru sperdir fysisikt. Elias Ellefsen á Skipagøtu verður í øllum førum ein, ið verður partvíst spardir. Tó verður dysturin tikin í fullum álvara verður staðfest.

U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II
Hannover - í morgin, 26. juni

14.45: Føroyar - Portugal

Støðan í bólkinum - eitt umfar eftir:
Portugal 4 stig *
Føroyar 4 stig *
Spania 0 stig
Brasil 0 stig 

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði 13 og legði upp til 10 í gjár - í dag fer spælskiparin og HM-toppskjúttin ikki at spæla eins nógv (Mynd: Sverri Egholm)

Líkamikið hvat úrslitið verður í morgin, so skulu Føroyar spæla fjórðingsfinalu í Berlin hósdagin. Har verður talan um eitt av omanfyrinevnda mótstøðuliðunum, og stóri dysturin verður spældur klokkan 12.15 ella 14.45.

Næsta vikuskiftið skulu Føroyar spæla um heiðursmerki ella um 5. - 8. pláss í týska høvuðsstaðnum.

Fjórðingsfinala: 
Hósdagin 28. juni
12.15/14.45: Føroyar - ?? 

Sí eisini - video: 
Hákun um HM-fjórðingsfinalu - nú gleða vit okkum
Mark er lættur og hyggur frameftir
Kristoffur: Vit droyma sjálvandi um gullið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder