Hondbóltur

Ein heilt øðrvísi uppgáva í Hannover

Tað er ikki neyðugt at vinna dystin móti Portugal seinnapartin og hugt verður eitt sindur meira eftir øðrum viðurskiftum, nú HM-fjórðingsfinalan nærkast.

Hópurin skal brúkast eitt sindur meira í dag - seinastu dystirnar hava tað fyri tað mesta verið 8-9 útispælarar í spæl. Tað er helst ikki so stórur munur á mótstøðuni í fjórðingsfinaluni, um man endar nummar eitt ella tvey (Mynd: Sverri Egholm)

Hópurin skal brúkast eitt sindur meira í dag - seinastu dystirnar hava tað fyri tað mesta verið 8-9 útispælarar í spæl. Tað er helst ikki so stórur munur á mótstøðuni í fjórðingsfinaluni, um man endar nummar eitt ella tvey (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-26 08:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hannover, Týskland (Portalurin) - 25. juni 2023 gjørdist ein søguligur dagur í føroyskari hondbólts- og ítróttasøgu. U21-menninir spældu seg við seks-máls sigri á Brasil víðari til fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum. Ongantíð áður er eitt hondbóltslið ella eitt føroyskt ítróttalið komið so langt í so stórari kapping.

Sí eisini: 
Føroyar-skulu spæla HM-fjórðingsfinalu
Myndir: Føroyar - Brasil
Spæla bólkafinalu í morgin - fjórðingsfinalu hósdagin

Áðrenn sjóneykan kann setast á fjórðingsfinaluna í Berlin hósdagin, so snýr tað seg um Portugal í Hannover klokkan 14.45. Bæði liðini hava fýra stig og spæla um fyrsta plássið. Tað hevur als ikki sama týdning sum at enda nummar eitt í innleiðandi bólkinum. Eitt er, at man sjálvandi ikki fær stig víðari til "knock-out dystir". So er tað eisini tí, at tað helst ikki er eitt lið í bólki 4, sum er greitt sterkast, ið sleppast helst skal undan. Í kvøld verður greitt, hvørjum vit møta.

Ísland hevur Føroyar áður staðið seg væl ímóti. Serbia er sterkt men til at tosa við, men man kennir ikki so væl Serbia og Egyptaland sum Ísland, sum í løtuni er á odda í tí bólkinum. Hetta vísti Mark Lausen-Marcher á í samrøðu við Portalin í gjárkvøldið.

Tá staðfesti ein av venjarunum eisini, at man tekur hendan dystin í størsta álvara: Hetta serliga í mun til avrikið og sjálvskensluna - ikki so nógv í mun til úrslitið. Spælarar, sum hava spælt nógv, verða spardir nakað. Ein av teimum verður HM-toppskjúttin Elias Ellefsen á Skipagøtu. Spælskiparin fer ikki at spæla fullan dyst.

[object Object]
Føroyar skulu millum annað royna at spæla uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið er toppskjútti í kappingini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Pauli Mittún hevur síðstu dystirnar so gott nú spælt 60 minuttir í álopi og verju - bakspælarin tyktiskt týðiliga merktir á orku í gjár (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Helst vera fleiri ungir menn í spæli fyri Føroyar í dag enn seinastu dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Føroysku áskoðarnir hoyrast, og fara tey aftur leiðina yvir í Swiss Life Hall í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Aðrir sleppa nú at royna seg. Seinastu dystirnar hava Bogi Hansen, Ovi Lützen, Brian Slyne og Kristian Jensen als ikki verið á vøllinum. Bjarni í Selvindi, Pauli Høj og Aleksandar "Sasha" Lacok hava havt leiklutir men hava ikki spælt nógv. Kristoffur Bjørgvin kann fáa uppaftur størri leiklut enn í gjár - tá VÍF-bakkurin millum annað vardi nógv. Hetta kann gerast umráðandi lopfjøl til restina av kappingini.

Tað er hósdagin, at fyribils heilt stóri dysturin í hesari vikuni verður. Dagurin í dag er enn eitt fet móti honum, nú Føroyar spæla sín fimta dyst í kappingini. Higartil eru 33 mál ella fleiri skotin hvønn dyst, og man hevur vunnið allar fýra, og føroyska liðið hevur felt Angola, asiatisku meistararnar, evropameistararnar og meistararnar í Mið- og Suðuramerika. Nú snýr tað seg um Portugal, ið var í EM-finaluni í fjør og sum, eins og Føroyar, hevur bast spaniólum og higartil vunnið alt ávegis til teir heilt stuttligu og spennandi dystirnar.

Fyrsta bríksl í Swiss Life Hall í Hannover verður klokkan 14.45 føroyska tíð. Dysturin sæst í Kringvarpinum. Portalurin verður sum altíð á staðnum, og hava vit ymiskt tilfar.

[object Object]
Portugisar fegnast um sigurin á Spania í gjár. Hesin sendi Portugal víðari - seinni gjørdu Føroyar sítt og tryggjaði plássið í 1/4-finalunum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Julian Johansen, Mark Lausen-Marcher og hinir í venjartoyminum skulu nú royna at fáa nógv burturúr hesum heldur serstaka dystinum. Teir hava m.a. tikið avgerðir um, hvussu megi skal býtast (Mynd: Sverri Egholm)

U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II
Swiss Life Hall, Hannover - í dag 26. juni

14.45: Føroyar - Portugal

Støðan í bólkinum - eitt umfar eftir:
Portugal 4 stig *
Føroyar 4 stig *
Spania 0 stig
Brasil 0 stig 

Fjórðingsfinala: 
Hósdagin 28. juni, Berlin
12.15/14.45: Føroyar - ?? 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder