Fótbóltur

Almenn móttøka fyri Lars Olsen seinnapartin í morgin

FSF bjóðar øllum at koma at siga farvæl við føroyska landsliðsvenjaran seinastu átta árini. Danin er tann, ið hevur staðið á odda fyri landsliðnum í flest dystum og hevur metið fyri flest sigrar.

Lars takkar her Skansanum eftir sín seinasta heimadysti, ið endaði við hansara níggjunda sigri sum føroyskur landsliðsvenjari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Lars takkar her Skansanum eftir sín seinasta heimadysti, ið endaði við hansara níggjunda sigri sum føroyskur landsliðsvenjari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-19 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya nýggja landsliðsvenjaran, Håkan Ericson.

Les eisini: Håkan er tann sjeyndi í røðini
                 Maðurin ið førdi U21-landsliðið hjá Svøríki til EM-gull: Teoretikari og góður pedagogur

Sí: - Havi altíð áhuga at koma til Føroya

Sviin tekur við eftir Lars Olsen, ið tók við eftir Brian Kerr í 2011. Danin boðaði á tíðindafundi 30 september í ár frá, at hann ikki fór at halda fram eftir EM-undankappingina, sum endaði fyri einum mánaði síðani í Svøríki. Sáttmálin millum partarnar gongur út nú á nýggjárinum. Lars Olsen stóð á odda fyri føroyska A-landsliðnum við monnum í 55 skrásettum dystum, tað er metið fyri dystir; av teimum vunnu Føroyar átta:

Tveir venjingardystir móti Liktenstein, ein móti Andorra, ein móti Lettlandi (í somu undankapping), tveir móti Malta (annan í Nations League, annan í EM-undankapping) og teir mest merkisverdu og tveir teir fyrstu: Heima og úti móti Grikkalandi í undankappingini til HM 2016. Umframt hetta vunnu Føroyar 4-1 á Gibraltar í venjingardysti í 2014. Tá var lítla landið góðkent av FIFA men ikki UEFA, og tí varð dysturin ikki altjóða skrásettur. 

Les eisini: Lars javnar metið fyri flestar skrásettar dystir- kann taka metið fyri flest sigrar (Undan Malta-dystinum)

Í morgin verður høvið hjá øllum at verða við at siga fráfarandi landsliðsvenjaranum farvæl, tá FSF skipar fyri almennari móttøku í FSF-húsinum. Hon verður frá klokkan 15 til 17.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder