Katalanska stórfelagið Barcelona FC kunnger í dag, at tað hevur gjørt sáttmála við danska áleyparan Martin Braithwaite.
Felagið skrivar, at tað hevur rindað 135 milliónir krónur fyri at fáa sáttmála við Braithwaite til 2024.
Martin Braithwaite gerst sostatt fyrsti dani í felagnum síðan Michael Laudrup, Thomas Christiansen og Ronnie Ekelund spældu har í 1994.
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevur eisini spælt við Barcelona.
Martin Braithwaite hevur fingið undantaksloyvi at flyta felag uttan fyri flytingargluggan, tí Barcelona í farnu viku boðaði frá, at áleyparin Ousmane Dembele er vorðin langtíðarskaddur í minst seks mánaðir.
Í Spania er møguleiki fyri í slíkum førum at yvirtaka ein spælara frá øðrum sponskum fótbóltsfelag.
Les eisini: Danskur landsliðsleikari á veg til FC Barcelona
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald