Fótbóltur

Alt uppá spæl í dag

Tey fýra liðini ið eru í eldinum í dag hugsavna seg um ymisk stríð; stórdysturin er á Anfield.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-31 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu sjey dystir í Premier League leiktir: 

Fulham - Manchester City 0-2 (0-2)
Brighton - Southampton 0-1 (0-1)
Burnley - Wolves 2-0 (1-0)
Crystal Palace - Huddersfield 2-0 (0-0)
Leicester - Bournemouth 2-0 (1-0)
Manchester United - Watford 2-1 (1-0)

Les meira her

Í dag: 
14.05: Cardiff - Chelsea (TV3 MAX/Viaplay)
16.30: Liverpool - Tottenham (6'eren/Viaplay)  

Úrslitini hava við sær, at tað er trýst á liðunum, ið spæla í dag: Liverpool skal royna at leggja seg á odda aftur, eftir at City gjørdi sítt í gjár, við sigrinum hjá United er meira trýst á Chelsea og Tottenham í dag, og liðini beint frammanfyri Cardiff vunnu eisini. 

1. Manchester City 77 stig (31 dystir)
2. Liverpool 76 stig (31 dystir)
----------------------------------
3. Tottenham 61 stig (30 dystir)
4. Manchester United 61 stig (31 dystir)
5. Arsenal 60 stig (30 dystir)
6. Chelsea 57 stig (30 dystir)
--------------------------------------
12. Bournemouth 38 stig (32 dystir)
13. Crystal Palace 36 stig (31 dystir)
14. Newcastle 35 stig (31 dystir)
15. Brighton 33 stig (30 dystir)
16. Southampton 33 stig (31 dystir)
17. Burnley 33 stig (32 stig)
--------------------------------
18. Cardiff 28 stig (30 dystir)
19. Fulham 17 stig (32 dystir)   
20. Huddersfield 14 stig (32 dystir)

Huddersfield hevur havt eitt vánaligt kappingarár og við tapinum í London í gjár flutti liðið eisini niður. Fulham er eisini so gott sum flutt niður aftur. Í Wales hava teir tó framvegis ein góðan møguleika at yvirliva. Hóast uppgávan í dag er trupul, so er tað helst á heimavølli, at Cardiff skal hava stigini. Chelsea skal vinna fyri at bjóða av um Champions League-plássini.

Á Anfield er lagt upp til ógvuliga spennandi dyst, tá liðið hjá Pochettin koemur á vitjan. Hetta er ein av stóru royndunum, ið Liverpool skal standa, um fyrsta Premier League-heitið skal koma í hús. Tottenham kann ikki longur bjóða av um meistaraheiti og er komið undir trýst av United, Arsenal og Chelsea. Talan kann gerast um ein heilt góðan fótbóltsdyst. Liverpool vann á Wembley fyrr í ár og er lítil favorittur til dystin í dag.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder