Hondbóltur

Alt verður avgjørt á Vestmannaoyggjunum í kvøld

Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og hinir í ÍBV hava nú seinasta dystarbóltin í íslendska meistarastríðnum. Fimta finalan byrjar klokkan 20.

Janus Dam Djurhuus skal um vikuskiftið spæla U21-ladandystir í Íslandi og síðani HM-endaspæl í Týsklandi. Áðrenn skal hann royna at fáa eitt gullheiðursmerki við í viðføri (Mynd: Harald Bjørgvin)

Janus Dam Djurhuus skal um vikuskiftið spæla U21-ladandystir í Íslandi og síðani HM-endaspæl í Týsklandi. Áðrenn skal hann royna at fáa eitt gullheiðursmerki við í viðføri (Mynd: Harald Bjørgvin)

2023-05-31 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍBV byrjaði finalurøðina við einum braki og var á odda 2-0. Harvið lá tað til, at favorittarnir fóru at taka meistaraheitið rímiliga skjótt, men Haukar svaraði aftur, og hevur innanfyri síðstu seks dagarnar vunnu tvær finalur.

Harvið er tað 2-2, og neyðugt er við einari fimtu finalu fyri at avgera íslendska meistaraheitið hjá monnum 2022/2023. 

Tað eydnaðist ikki hjá Ingibjørg Olsen og hinum hja ÍBV at vinna finalurøðina hjá kvinnum. Í kvøld skulu Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og hinir royna at syrgja fyri gullveitslu á Vestmannaoyggjunum.

Lagt er upp til tættan dyst á Heimaey, har hoyvíkingurin og havnarmaðurin kunnu fáa stóran leiklut í einum meistaraheiti. Fyrsta bríksl verður klokkan 20.

[object Object]Fyrrverandi Neista-bakkurin kann fáa nógv at fegnast um í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder