Fótbóltur

Andrass Johansen venur við Fremad Amager

23-ára gamli miðvallarin vil royna seg í donskum fótbólti. Havnarmaðurin hevur vant við oddaliðnum í triðbestu donsku deildini hesa vikuna og skal eisini royna at vísa seg fram næstu tvær vikurnar.

Andrass Johansen í sínum sætta, og higartil seinasta, A-landsdysti í Brøndby. Miðvallarin ynskir at vinna landsliðsplássið aftur og at spæla fast í Danmark (Savnsmynd: EPA)

Andrass Johansen í sínum sætta, og higartil seinasta, A-landsdysti í Brøndby. Miðvallarin ynskir at vinna landsliðsplássið aftur og at spæla fast í Danmark (Savnsmynd: EPA)

2024-11-23 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta vetur royndarvandi hann við B93 og Hillerød, sum bæði spæla í næstbestu donsku deildini. Hetta var eftir eitt ógvuliga gott ár við barndómsfelagnum B36, har Andrass Johansen var liðformaður í fleiri førum. Fjølbroytti miðvallarin fekk eisini sínar fyrstu A-landsdystir í 2023.

Í 2024 hevur Andrass verið skaðadarvaður, har serliga ein álvarsamur fótskaði hevur sett kílar í menningina í B36 og fyri nógvum A-landsdystum.

[object Object]Andrass í evropeiskum dysti í fjør. Hann fekk ikki nakran evropeiskan dyst í 2024 vegna fótskaðan og spældi ikki millum síðstí apríl og mitt í august (Mynd: Sverri Egholm)

Nú er hann aftur, og er ætlanin at byrja í nýggjum felagi í Danmark. Andrass Johansen var í einum felagi aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum og royndi seg fyrr í mánaðinum, men hesa vikuna hevur hann vant við Fremad Amager.

Havnarmaðurin váttar fyri Portalinum í dag, at felagið ynskir, at hann eisini royndarvenur næstu tvær vikurnar - til Fremad Amager fer í vetrarsteðg.

Talan er um eitt felag, har ógvuliga nógv rumbul hevur verið seinastu árini. Fleiri ferðir hevur fíggjarligt óføri verið. Nú roynir man at byggja upp av nýggjum á Amager, og møguliga verður Andrass Johansen partur av hesum.

23-ára gamli miðvallar ger aftur greitt, at hann ongar ætlanir hevur um at spæla í Føroyum í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder