Andrias Edmundsson sum aftur var ein av mest eyðsýndu leikarunum fríggjakvøldið móti Kroatia er ikki við í hópinum longur, nú liðið er farið undir fyrireikingarnar til venjingardyst týskvøldið.
(Mynd: Sverri Egholm)
Avgerðin er tikin samráð við høvuðsvenjaran hjá Føroyum. Andrias var ikki ætlaður tann stóra leiklutin til venjingardystin móti Kasakstan. Hann hevði sitið á bonkinum kortini, so avrátt var, at lata hann fara til Pólands aftur, upplýsir Eyðun Klakstein, venjari.
Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock hava stórdyst á útivølli móti oddaliðnum í bestu pólsku deildini, Gornik Zabrze.
(Mynd: Sverri Egholm)
Avgerðin saman við venjingini í dag, ber brá av at tað verða aðrir, sum fáa møguleikan móti Kasakstan týskvøldið klokkan 17 føroyska tíð.
Lagið er annars gott í føroysku landsliðsleguni til venjingina í dag. Venjingin er á grasi beint við leikvøllin hjá NK Rovinj.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald