2020-10-22 19:46
Hon er at javnan at síggja, tá myndir vísa beinkin hjá danska manslandsliðnum í samband við málfagnað o.s.fr. Onkutíð sæst hon sitandi tætt við Nikolaj Jakobsen, ið er í gongd við at skelda um eitt ella annað.
Hetta vikuskiftið hevur hon skeið í Hoyvíkshøllini. Anja David Greve er fysioterapeutur hjá heimsmeistarunum, umframt hjá Odense HC og GOG og hon hevur verið í yrkinum í 15 ár. Anja Greve hevur havt fleiri føroyskar leikarar til viðgerð fyri akslaskaðar, ið sambært ítróttarstjóranum í HSF, Mark Lausen-Marcher, er ein vaksandi trupulleiki - serliga hjá yngru leikarunum.

Júst akslaskaðar er evni í verkstovu, sum fysioteraputurin fer at hava fyri fysioterapeutar og fysiskar venjarar, sum eru tengd at føroysku hondbóltsfeløgunum og HSF og annars øðrum sum hava áhuga.
Skeiðið verður í Hoyvíkhøllini fríggjadagin og leygardagin, 23. - 24. oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald