“Vit ynskja KÍ tillukku við meistaraheitinum” ljóðaði í hátalaranum á Tórsvølli í gjár, tá dysturin millum HB og Víking var liðugur.
Úrslitið gjørdist 2-1 til HB, og sostatt var greitt, at eingin kundi taka KÍ aftur, nú bara 12 stig eru eftir at spæla um í bestu mansdeildini í fótbólti.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hetta er tjúgundu ferð at KÍ vinnur meistaraheitið, og klaksvíkingar koma harvið upp á tvær stjørnur. Eitt fyri hvørt tíggjunda meistaraheitið. Hetta er annars nakað sum HB’arar hava havt fyri seg sjálvan, men nú er tann tíðin av.
Sonevnda 66-liðið hjá KÍ var tað seinasta at vinna fleiri ár á rað fyri felagið. Tá vann KÍ føroyameistaraheitið í fimm ár á rað frá 1966 til 1970.
Um núverandi lið fer at megna at vinna fleiri ár á rað, má tíðin vísa. Klárar KÍ at halda uppá nógvar av sínum góðu leikarum, er stórur møguleiki fyri, at KÍ aftur stendur við steypinum næsta ár.
Stórur fagnaður við Djúpumýru í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er landsliðssteðgur áðrenn farið verður í holt við seinasta partin av landskappingini. KÍ hevur heimavøll móti Skála síðsta umfar, og tá fer liðskiparin Jákup Biskopstø Andreasen at taka ímóti steypinum annað árið á rað.
Sí eisini: Myndir: FM-veitsla í Klaksvík
Meistaraheitini hjá KÍ
1942 – KÍ
1945 – KÍ
1952 – KÍ
1953 – KÍ
1954 – KÍ
1956 – KÍ
1957 – KÍ
1958 – KÍ
1961 – KÍ
1966 – KÍ
1967 – KÍ
1968 – KÍ
1969 – KÍ
1970 – KÍ
1972 – KÍ
1991 – KÍ
1999 – KÍ
2019 – KÍ
2021 – KÍ
2022 – KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald