Oyggjaleikir 2023

Annað gullið til Elisabeth Erlendsdóttir

Føroyar vunnu fimm heiðursmerki í svimjihøllini í kvøld.

(Mynd: svimjing.com)

(Mynd: svimjing.com)

2023-07-12 23:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku svimjararnir tryggjaðu okkum fimm heiðursmerki afturat á oyggjaleikunum í dag, eitt gull, eitt silvur og trý bronsu.

Í gjár vann Elisabeth Erlendsdóttir gull í 100 metra ryggsvimjing. Hon endurtók bragdið í kvøld, tá tvífaldi teinurin var á skránni. Elisabeth svam teir 200 metrarnar í tíðini 2:12,38 minuttir.

Eyðrið Mortensen vann silvur silvur í 400 metra frísvimjing. Tíðin var 4:20,41.

Bartal Erlingsson Eidesgaard vann bronsu í 100 metra frísvimjing, hann brúkti 51,09 sekund um teinin og Anna Bech Vestergaard vann bronsa í 50 metra frísvimjing við tíðini 26,70 sekund.

Seinasta bronsuheiðursmerkið fall til liðið í fýra ferðir 100 metra blandaðari svimjing. Heini Mohr Askham, Isak Dag Brisenfeldt, Bartal E. Eidesgaard og Líggjas Joensen svumu teir 400 metrarnar í tíðini 3:57,24 minuttir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder