Fótbóltur

Arnbjørn er tann heilt nýggi

A-landsliðið til venjingarleguna og venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark seinni í mánaðinum er útikin. Nógvir av teimum føstu landsliðsspælarunum eru ikki tøkir.

Arnbjørn Svensson til tíðindafundin. Hann hevur avrikað ógvuliga væl og støðugt fyri Víking - serliga seinasta árið. Tá hevur gøtumaðurin spælt sum miðverji - í úttøkuni stendur hann sum miðvallari (Mynd: Sverri Egholm)

Arnbjørn Svensson til tíðindafundin. Hann hevur avrikað ógvuliga væl og støðugt fyri Víking - serliga seinasta árið. Tá hevur gøtumaðurin spælt sum miðverji - í úttøkuni stendur hann sum miðvallari (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-11 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinni í mars eru venjingardystir á skránni móti Liktinstein (22. mars í Marbella) og Danmark (26. mars í Brøndby). Ein venjingarlega er eisini á skránni í Spania.

Håkan Ericson hevur júst kunngjørt, hvørjir teir 23 eru, sum skulu við: 

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar: 
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Thisted (Danmark)
Magnus Egilsson, B36
Bartal Wardum, HB
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Hørður Askham, AB (Danmark)

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Vikingur Reykjavík (Ísland)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur - heilt nýggir í A-landsliðshøpi
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Pætur Petersen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Av hesum er 24-ára gamli Arnbjørn Svensson spildurnýggjur í A-landsliðshøpi. Gøtumaðurin hevur verið sannførandi í Víkingi í eina tíð - serliga í fjør tá hann varð fluttur aftur í miðverjuna. Arnbjørn stendur sum miðvallari á úttøkuni. Hann kann røkja fleiri pláss.

[object Object]
Avrikini serliga í fjør fingu Arnbjørn Svensson í práti viðvíkjandi landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Sum sæst á listanum, so mangla fleiri av teimum, sum vanliga eru við.

Fylgjandi eru ikki tøkir:
Heini Vatnsdal, skaddur
Ári Mohr Jónsson, skaddur
Jóannes Kalsø Danielsen, persónligar orsøkir kann tó møguliga koma við
Jákup Biskopstø Andreasen, persónligar orsøkir
Hallur Hansson, skaddur
Jóannes Bjartalíð, skaddur - hevur verið undir skurð
Meinhard Egilsson Olsen, á veg aftur frá krossbandsskaða - Meinhard vónar at vera tøkur til kappingarbyrjan
Patrik Johannesen, á veg aftur frá krossbandsskaða - Patrik verður skjótt tøkur

Håkan Ericson gjørdi eisini á tíðindafundinum greitt, at Gilli Rólantsson Sørensen ikki er í landsliðsætlanunum, so leingi royndi bakkurin spælir í 1. deild, og at Sonni Ragnar Nattestad ikki er á listanum, tí miðverjin ikki hevur havt felag og veruliga vant fótbólt í vetur.

[object Object]Håkan Ericson hevur kunngjørt ársins fyrsta hóp (Mynd: Sverri Egholm)

Dagført: 11.26

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder