Fótbóltur

Arsenal skal greiða setningin á heimavølli

Arsenal tapti í Hvítarusslandi fyri viku síðani, og tað mest spennandi í teimum 15 1/16 partsfinalunum í kvøld er, um enska felagið megnar at spæla seg víðari.

Henrikh Mkhitaryan og Arsenal eru kroystir av BATE
(Mynd: EPA)

Henrikh Mkhitaryan og Arsenal eru kroystir av BATE (Mynd: EPA)

2019-02-21 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrru áttandapartsfinalurnar í Champions League er nú leiktar. Í mars verður greitt hvørji átta lið verða eftir í størstu kappingini í heiminum fyri lið.

Í kvøld verður avgjørt hvørji lið koma í áttandapartsfinalurnar í Europa League. Har eru so nógv lið í kappingini, at 1/16 finalur eru neyðugar fyrst. Í fleiri uppgerðum er spenningurin stórur. 

Chelsea skal gera arbeiði liðugt ímóti Malmö, meðan hitt London-felagið skal reisa seg, tá BATE Borisov kemur á vitjan. Arsenal tapti 1-0 í Hvítarussland í fyrra dystinum, og liðið hjá Unai Emery hevur harvið knívin á barkanum í kvøld. Tað verður í kvøld uttan vandamikla Alexandre Lacazette. Franski áleyparin fekk beinleiðis reytt kort í fyrra dystinum. 

Niðanfyri sæst yvirlit yvir dystirnar í kvøld, og hvørji úrslitini vóru í fyrstu dystunum: 

17.55:
Arsenal - BATE (0-1)
Dinamo Zagreb - Viktoria Plzen (1-2)
Frankfurt - Shahktar  (2-2)
Napoli - Zürich  (3-1)
Salzburg - Club Brügge (1-2) 
Valencia - Celtic (2-0)
Villareal - Sporting Lissabon (1-0)
Zenit - Fenerbache (0-1)

20.00: 
Benfica - Galatasaray (2-1)
Betis - Rennes  (3-3) 
Chelsea - FF Malmö (2-1)
Dynamo Kiev - Olympiakos (2-2)
Genk - Slavia Prag 0-0
Inter - Rapid Wien (1-0)
Leverkusen - Krasnodar 0-0

Í gjár vann Sevilla 2-0 á Lazio og kom harvið víðari eftir 3-0 samanlagt, og sum fyrsta liðið í kappingini til áttandapartsfinalurnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder