Fótbóltur

Arsenal stevnir beint móti meistaraheitinum

Liðið hjá Arteta var sannførandi í serliga fyrra hálvleiki í grannauppgerðini í dag, og nú eru átta stig niður til Manchester City. Newcastle hongur framvegis í, og Chelsea vann eisini søtan sigur fyrr í dag.

Mikel Arteta og Arsenal eru í gongd við eitt frálíkt kappingarár, og í dag gekk tað útyvir Tottenham (Mynd: EPA)

Mikel Arteta og Arsenal eru í gongd við eitt frálíkt kappingarár, og í dag gekk tað útyvir Tottenham (Mynd: EPA)

2023-01-15 19:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru næstan 19 ár síðani, at Arsenal seinast lyfti Premer League steypið. Síðani eru fleri FA Cup-steyp komin til høldar, men tað hevur ofta verið ógvuliga tungt hjá Arsenal-fjepparum, og síðani 2017 hevur liðið ikki verið at síggja í Champions League, ið annars var fastur táttur undir Arsene Wenger.

Eftir nakað av byrjanartrupulleikum í Premier League undir Mikel Arteta, hevur Arsenal nú veruliga fingið tak á tí, og eftir góða sigurin í "North London Derby" í dag hevur liðið hjá Arteta fingið 48 av 54 møguligum stigum í Premier League 2022/2023. Oddaliðið undir leiðslu av fyrrverandi miðvallara felagsins hevur nú átta stig niður til Manchester City, ið tapti grannauppgerð í gjár.

Tottenham er í einum keðiligum ráki, har liðið oftast kemur afturum, og í fleiri førum slett ikki sær út til at vera heilt til staðar í fyrra hálvleiki. Soleiðis var eisini í dag. Arsenal sá vandamikið út frá byrjan, Tottenham gjørdi mistøk og í 14. minutti royndi Bukayo Saka seg úr spískum, og Hugo Lloris misti bóltin í málið. Málið varð skrásett sum sjálvmál frá liðformanninum og málverjanum hjá Tottenham.

2-0 málið var væl frágingið frá Arsenal, ið vann bóltin, spældi skjótt frameftir, og stutt uttanfyri brotsteigin smekkaði Martin Ødegaard bóltin niður í longra málhorn. Arsenal-liðformaðurin er í gongd við eitt frálíkt kappingarár, og sigurin í dag var fult uppiborin, hóast Tottenham spældi ein góðkendan seinna hálvleiki og hevði nakrar góðar málmøguleikar. Aaron Ramsdale var tó stinnur í Arsenal-málinum. Um eina viku er spennandi avbjóðing á skránni hjá suverena heimaliðnum: Tá vitjar Manchester United, sum er í góðum stima.

[object Object]
Ødagaard økti til 2-0, og Saka - ið eisini átti leiklut í 1-0 málinum - legði upp. Teir eru saman við liðfeløgunum so at siga flúgvandi (Mynd: EPA)

Chelsea og Newcastle vunnu teprar sigrar

Graham Potter og Chelsea hava verið í ringum stima, og hóskvøldið endaði tað við tapi í London-uppgerð móti Fulham, har nýggi spælarin Joao Felix fekk beinleiðis reytt kort. Í dag eydnaðist at vinna London-uppgerð við betri avriki. Tað var Kai Havertz, sum í 64. minutti stútaði hornasparksinnlegg frá Hakim Zyiech í máli, og Crystal Palace megnaði ikki at svara aftur.  Enn ein dýrt nýinnkeyptur spælari, ukrainski Mykhalo Mudryk, varð avdúkaður í samband við dystin.

Newcastle hevur veruliga víst seg væl fram í dag og er framvegis í topp-trý. Hetta er greitt eftir sigurin á Fulham á heimavølli í dag. Liðið hjá Eddie Howe hevur bert latið ellivu mál inn í ár, og aftur í dag helt Nick Pope málið reint. Eitt Mitrovic-brotsspark varð kolldømt, tí áleyparin gleði og skeyt í hin fótin og síðan í málið. Hetta er ikki lógligt, men tað var málið hjá innskifta Alexander Isak í 89. minutti. Svenski áleyparin hevur leingi verið skaddur, men hesin stútarin kann gerast virðismikil fyri Newcastle, ið hevur eins nógv stig sum Manchester United og er eitt aftanfyri Manchester City.

Úrslitini:

Í dag, sunnudagin 15. januar

Chelsea - Crystal Palace 1-0 (0-0)

Newcastle - Fulham 1-0 (0-0)

Tottenham - Arsenal 0-2 (0-0)


Í gjár, leygardagin 14. januar
 2023

Manchester United - Manchester City 2-1 (0-0)
Brighton - Liverpool 3-0 (0-0)
Everton - Southampton 1-2 (1-0)
Nottingham Forest - Leicester 2-0 (0-0)
Wolves - West Ham 1-0 (0-0)
Brentford - Bournemouth (1-0)

Les eisini: Liverpool langt frá sínum gamla støði

Fríggjadagin 13. januar

Aston Villa - Leeds 2-1


Støðan eftir 19.umfør:
1. Arsenal 47 stig (Ein dyst færri)
2. Manchester City 39 stig (Ein dyst færri)
3. Newcastle 38 stig 
4. Manchester United 38 stig (Ein dyst færri)
5. Tottenham 33 stig 
6. Fulham 31 stig (Ein dyst fleiri)
7. Brighton 30 stig (Ein dyst færri)
8. Brentford 29 stig 
9. Liverpool 28 stig (Ein dyst færri)
10. Chelsea 28 stig
11. Aston Villa 25 stig
12. Crystal Palace (Ein dyst færri)
13. Nottingham Forrest 20 stig 
14. Leicester 17 stig 
15. Leeds 17 stig (Ein dyst færri)
16. Wolves 17 stig 
17. Bournemouth 16 stig
18. West Ham 15 stig 
19. Everton 15 stig 
20. Southampton 15 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder