
Við grannauppgerðini í Gundadali í gjár fór Betrideildin í summarsteðg. B36 og HB kundu spæla sunnudag, tí tey ikki hava evropeiska uppgávu í vikuni.
B36 gjørdist júst ov stutt til evropeiska plássið í fjør: Nummar fimm í Betrideildini og tap móti júst HB í brotssparkskapping í steypafinaluni. Við tí sigrinum tryggjaði HB sær beinleiðis atgongd til 2. umfar í Conference League. Harvið hava menninir hjá André Olsen ikki dyst í hesari vikuni og heldur ikki í næstu viku, tá 1. umfar í Conference League verður spælt.
Sí eisini:
Myndir: B36 - HB (2-2)
Jákup Martin Joensen: Tordu ikki at vera til staðar seinastu løtuna
Støðan í summarsteðginum:
Í 1. umfari eru millum annað KÍ og NSÍ. Tey spæla fyrru dystirnar hósdagin - bæði móti finskum feløgum. KÍ er á útivølli, meðan NSÍ spælir á heimavølli - í Klaksvík.
KÍ møtir Samuel Johansen Chukwudi og SJK, meðan NSÍ skal spæla móti størsta felagnum í Finnlandi: HJK Helsinki.
Ein ungur Samuel Johansen Chukwudi í dysti í Runavík. Miðverjin skal hesa vikuna taka ímóti KÍ í Finnlandi - og í næstu viku vitja í Føroyum. NSÍ skal spæla móti HJK (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Bæði KÍ og NSÍ fingu finska mótsstøðu
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli
17.00: SJK Seinäjoki - KÍ
19.45: NSÍ - HJK Helsinki (Við Djúpumýru)
Tað er Víkingur, sum setur hol á evropeisku luttøkuna hjá føroysku feløgunum. Hetta er í fremstu og fínastu evropeisku kappingini: Champions League.
Føroyameistararnir fingu á pappírinum tað besta lutakastið, sum gjøgligt var: Lincoln Red Imps. Meistararnir frá Gibraltar vitja Víking í morgin, týsdagin 8. juli. Hetta verður í Klaksvík, har Víkingur triðja árið á rað hevur evropeiskan heimavøll. Har snýr tað seg um, hjá Jóhan Peturi Poulsen og hansara monnum, at skapa eitt gott útgangsstøði.
Champions League 1. umfar
Týsdagin 8. juli
19.00: Víkingur - Lincoln Red Imps (Við Djúpumýru)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald