
- Vit eru skuffaðir í dag, men vit mugu brúka hetta sum læru. Tí vit eiga at kontrollera hendan dystin, segði Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari í B36, við Trygva Absalonsen á FM1 aftaná 2-2 dystin móti HB.
- Vit mugu hyggja inneftir, gleðast um tað sum var gott og læra av hinum, sigur hann.
Eftir ein sera taman fyrra hálvleik, har B36 hevði bóltin mest, byrjaði seinni hálvleikur við, at Bjarti Mørk í málinum hjá HB fekk reytt kort, og Pætur Petersen legði B36 fram um við frísparki. Løtu seinni gjørdi Hannis Agarsson tað til 2-0.
Við einum øgiligum stríðsvilja eydnaðist tó HB at koma í dystin aftur, og teir báðir norðmenninir Jonas Enkerud og Emil Grønn Pedersen syrgdu fyri, at HB javnaði til 2-2, sum er tað mest vanliga úrslitið millum havnarfeløgini.
Hoyr málini og samrøðurnar á fm1.fo her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald