Ársins verjuleikari ivasamur til kappingarbyrjan

Jóannes Kalsø Danielsen hevur verið undir skurð fyri eitt brot í hondliðini. Høgri bakkurin hjá KÍ gongur nú við gipsi, og fær ikki vant 100 prosent við ella spælt venjingardystir í uppstartinum.

Jóannes K. Danielsen - her í samrøðu við Portalin, eftir at FM-gullið kom í hús

Jóannes K. Danielsen - her í samrøðu við Portalin, eftir at FM-gullið kom í hús

2019-12-11 12:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Patrik skeyt bóltin upp i hondina á mær til sína fyrsta venjing í KÍ, so eg spældi alt farna kappingarár við einum broti í handliðinum. Eftir teir seinastu landsdystirnar varð eg skurðviðgjørdur.

Í løtuni er ársins verjuleikari, 22-ára gamli Jóannes Kalsø Danielsen, sjúkrameldaður, tí hann gongur við gipsi. Høgri bakkurin hevði eitt framúr kappingarár við KÍ, har hann spældi allar 27 landskappingardystirnar fyri FM-vinnararnar, umframt allar í Europa-ævintýrinum har hann skoraði eitt mál.

[object Object]
Her í dystinum móti Malta í oktober

Jóannes fekk eisini sína A-landsliðsdebut: 90 minuttir í 1-0 sigrinum á Malta á Tórsvølli. Nú noyðist hann tolin at bíða, til hann veruliga kann spæla fótbólt aftur: 

- Komandi mánðirnar fái eg runnið og arbeitt við mínari konditión. Eg fái eisini vant tekniska venjing, men ikki har eg kann koma í kontakt við aðrar. Læknarnir siga, at eg kann spæla aftur í mars mánaða, so eg klári tað vónandi til kappingarbyrjan. Eg fái ikki spælt venjingardystir, so eg verði ikki í dystarform, men noyðist at gera so nógv sum gjørligt fyri at verða so klárir sum gjørligt.

"Hin Jóannes" í KÍ-hópinum - ársins leikari Jóannes Bjartalíð - gongur eisini við gipsi í hesum døgum. Eitt brot í hondini ger, at Bjartalíð møguliga skal undir skurð í nýggja árinum.

[object Object]
Her sæst eyðkenda bindi um høgru hond og skøvning, ið Jóannes Bjartalíð spældi við so at siga alt seinasta kappingarár (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta umfar í Betrideildini verður 8. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder