Annað

Ása á Neystabø og Jón Brekku FM vinnarar 2024

FM finalur í tennis vóru í dag.

Katrin á Neystabø, Ása á Neystabø, Jón Brekku og Hjalti Mohr Jacobsen (Mynd: Havnar Tennisfelag)

Katrin á Neystabø, Ása á Neystabø, Jón Brekku og Hjalti Mohr Jacobsen (Mynd: Havnar Tennisfelag)

2024-07-27 19:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast tað regnaði nokk so illa, so ávirkaði tað ikki spælið stórvegis, og eftir tveir góðar dystir við frálíkum tennis eru FM vinnararnar 2024 funnir.

Hjá kvinnunum sigraði Ása á Neystabø á systrini Katrin, og hóast tær báðar hava fleiri finalur sínamillum, er hetta fyrstu ferð, at Ása stóð eftir við gullinum. 

Úrslitið gjørdist 7-6 1-6 7-5.

Hjá monnunum spældi Jón Brekku ein branddyst móti Hjalta Mohr Jacobsen.

Dysturin bjóðaði upp á langar duellir og harðar bóltar, men knívskarpa slice'in hjá Jóni átti oftast munin, tá avtornaði.

Frálíkt spæl og frálíkar finalur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder