Fótbóltur

Asbjørn og Jón Krosslá skulu spæla við AB

Vágamaðurin og vágbingurin verða partur av hópinum á Argjum og skulu royna at styrkja um og breiðka hann.

Leikararnir vóru liðfelagar í nakrar mánaðir í 07 Vestur í 2018. Her sæst Jón Krosslá Poulsen í svarta búnanum (Mynd: jn.fo)

Leikararnir vóru liðfelagar í nakrar mánaðir í 07 Vestur í 2018. Her sæst Jón Krosslá Poulsen í svarta búnanum (Mynd: jn.fo)

2020-03-06 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

19-ára gamli Asbjørn Heðinsson hevur seiansta tíðina vant við AB, og tað hevur ligið í kortunum, at hann fór at spæla fyri felagið í 2020. Nú er tað greitt, at arbeiðsmaðurin úr Sandavági fer at gera tað.

Hetta skrivar in.fo í dag, sum eisini avdúkar ein annan nýggjan leikara á Argjum.

Eitt tíðarskeið í 2018 var Asbjørn liðfelagi við Jón Krosslá Poulsen. Nú 32-ára gamli áleyparin spældi í fjør í 1. deild við HB. Nú skal hann aftur royna seg í Betrideildini, har hann hevur spælt samanlagt 222 dystir. Teir flestu av teimum hevur vágbingurin spælt fyri VB/Sumba og FC Suðuroy. Eisini hevur Jón umboðað 07 Vestur, HB og Víking í fremstu røð, har hann hevur skorað 48 mál. Jón hevur vant við á Argjum síðani síðst í februar.

Í fjør spældi Asbjørn eisini í 1. deild. Fyrst við B36 og síðani við barndómsfelagnum 07 Vestur, ið hann hevur umboðað 38 ferðir í Betrideildini. Fyrrveradi U17-landsliðsleikarin er verjukendur miðvallari/høgri bakkur.

Belgiski áleyparin Jasper van der Hayden hevur royndarvant á Argjum seinastu tíðina, og sum skilst verður nú roynt at fáa loyvini hjá honum uppá pláss. In.fo skrivar, at loyvini hjá spanska verjuleikaranum Pedro Tarancon Anton, ið kom frá B68 í vetur, í løtuni bert røkka til 1.deild, ið spælir í morgin.  

Les eisini: - Málið er sjálvandi at betra úrslitið frá í fjør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder