Göteborg, Svøríki (Portalurin): Fyrru fjórðingsfinalurnar í European League eru á skránni í kvøld. Millum annað spæla Hákun West av Teigum og Füsche Berlin á heimavølli.
Les eisini: Stór føroysk og evropeisk uppgerð í Göteborg í kvøld
Nógv føroysk eygu fara helst eisini at verä vend ímóti Partille, sum liggur stutt uttanfyri svenska stórbýin Göteborg. Sävehof tekur ímóti týska stórfelagnum Flensburg-Handewitt, sum er ein av stóru favorittunum í kappingini. Johannes Golla, nógvar danskar sjørnur og størsta svenska stjørnan, Jim Gottfridsson, vitja.
Serliga tað at síðstnevndi er við, hevur helst lokkað fleiri sviar at keypt atgongumerki. Sum heild er stórur áhugi fyri dystinum, og Partille Arena verður proppfull. Hon tekur nú 4.200 fólk og hevur ikki verið útseld til hondbóltsdystir. síðani fleiri setur komu – ikki fyrr enn nú.
Á høgra vongi hjá Flensburg-Handewitt fara vit helst at síggja 29-ára gamlia havnarmannin Jóhan á Plógv Hansen. Hjá heimaliðnum fer 18-ára gamli hoyvíkingurin Óli Mittún at hava stóran leiklut í bakketuni.
Dysturin byrjar 17.45 føroyska tíð. Hann kann síggjast á EHF TV.
Portalurin verður til staðar í Partille og hevur samanumtøku umframt samrøður við føroysku umboðini í evropeisku fjórðingsfinaluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald