Tað er nú greitt, at tað verða KÍ og HB, og KÍ og Víkingur, ið skulu spæla ársins steypafinalur hjá ávikavist kvinnum og monnum.
Báðar finalurnar verða á Tórsvølli leygardagin 29. oktober. Klokkan 15 spæla kvinnurnar, og klokkan 19 fara menninir á vøllin.
Í samband við finalurnar er avgjørt, at til dystin hjá kvinnum sita HB viðhaldsfólk í bólkunum 101 til 104, og tá finalan um Løgmanssteypið verður, sita Víkinga fjepparar í hesum bólkunum. KÍ viðhaldsfólk eiga bólkarnar 105 til 108.
Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og byrjar í morgin, fríggjadagin 7. oktober klokkan 10.
Tey, ið ynskja atgongumerki til rørslutarnað, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá FSF, tel. 35 19 79, ella umvegis teldupost [email protected].
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald