Eftirspurningurin eftir at sleppa beinleiðis til Berlin í samband við EM-endaspælið í hondbólti í januar, er framvegis sera stórur.
Seinastu tveir dagarnar hevur Atlantic Airways sett níggju ymiskar flogferðir til Berlin til sølu, og flestu av hesum ferðunum eru útseldar.
Tí verða fleiri fráferðir nú settar til sølu.
Nýggju fráferðirnar verða soleiðis:
Tvær ferðir til Berlin 9. januar, ein leygardagin 13. januar og ein sunnudagin 14. januar. Heimferðir verða 13. januar, 14. januar og 17. januar.
Innleiðandi bólkadystirnir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum verða spældir 11., 13. og 15. januar, allir í Mercedes-Benz Arena í eystara parti av Berlin.
Við nýggju túrunum ber til at fáa allar dystirnar við, men eisini soleiðis, at ein kann síggja tveir av teimum trimum dystunum.
Sølan byrjar í morgin, hósdagin klokkan 10. Flogfelagið kunnar meira um søluna á Facebook-vanga sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald