Fótbóltur

Atli nærkast 50 landsdystum

Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, spælir væntandi sín landsdyst nummar 50, tá Malta og Føroyar fara á vøllin á Ta’ Qali Stadion í Malta komandi leygardag.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-03-21 07:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Malta, sum verður á Ta’ Qali Stadion í Malta leygardagin 23. mars klokkan 17:00 (føroyska tíð).

Aftaná venjingina mikumorgunin fekk FSF Varpið orðið á Atla Gregersen, sum væntandi spælir sín landsdyst nummar 50 komandi leygardag. Og sambært Atla sjálvum, so skulu vit vænta fleiri enn 50 landsdystir afturat frá honum næstu nógvu árini, skrivar Fótbóltssambandið.

Sí FSF Varpið her.

Les eisini: Dystur nummar 50 hjá Atla og Gunnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder